Tá tú tekur koyrikort, skalt tú hava fullført eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.

Fyrstuhjálparkeið í ferðsluni er góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu, prutl og traktor.

Skeiðið fevnir millum annað um:

  • Hjarta-lunga-bjarging við hjálp av AED (hjartastartara)
  • Tey fýra høvuðspunktini
  • Ferðsluvanlukkur
  • Lívshættisligar bløðingar
  • Brot á armar og bein
  • Skaðar á nakka, rygg og høvd
  • Fyribyrging av ferðsluvanlukkum
  • Burturbeining av fremmandalikami

Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er 8 tímar til longdar.

Kostnaður er 525 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.

Tekna teg

Tú kanst tekna teg til Fyrstuhjálp í ferðsluni við útfylla frymilin niðanfyri.

Ella ber til at skriva til fyrstahjalp@redcross.fo ella ringja á tel. 283630.