Skip to main content Scroll Top

Skráset bústað til flóttafólk

Reyði Krossur samstarvar við Almannaverkið um at finna bústaðir til flóttafólk.

Her kanst tú lesa eitt sindur um, hvat tú kanst vænta, tá tú leigar ein bústað út til flóttafólk, og til ber at skráseta bústaðir.

Hvør leigar?

Reyði Krossur hjálpir Almannaverkinum at fáa til vega bústaðir til flóttafólk, ið eru uttan bústað.

Leigumálið sjálvt er millum útleigara og leigara, og mælt verður til, at almenni leigusáttmálin verður brúktur.

Nær verður leigað út?
Tað er ymiskt, nær tørvur er á íbúðum til flóttafólk.

Tað er umráðandi, at leigubústaðurin hóskar til tørvin hjá flóttafólkinum í mun til kømur, staðseting, kostnað og annað, og tí er tað ikki vist, at júst tín bústaður verður útleigaður alt fyri eitt.

Ynskiligt er, at til ber at leiga bústaðin í minsta lagi eitt ár.

Hvussu gongur tað fyri seg?
At leiga til flóttafólk gongur fyri seg á sama hátt sum eittt vanligt leigumál. Hetta merkir at:

  • Báðir partar skriva undir leigusáttmála.
  • Leigari hevur ábyrgd av at gjalda húsaleigu til tíðina og at samskifta við útleigara um ymisk viðurskiftir.
  • Vit viðmæla at biðið verður um depositum, tí at hetta verjur bæði útleigara og leigara.

Skráset bústaðin við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Tú hoyrir síðan aftur frá Almannaverkinum.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.