Í síðstu árini hevur Reyði Krossur Føroya arbeitt miðvíst við at økt um luttøkuna í altjóða hjálpararbeiði. Hoyr áhugaverda samrøðu við Sannu Nolsøe Djurhuus, sum seinni í vikuni verður send til Malavi at arbeiða við hjálparátøkum. Sum umboð fyri Reyða Kross Føroya fer Sanna í komandi 12 mánaðirnar at arbeiða við ávaringarskipanini Forecastbased Action (FbA). Umframt at teljast millum heimsins fátækastu lond, er Malavi eisini ímillum tey londini, ið hevur verið harðast rakt av veðurlagskreppuni. Eisini greiðir Bárður Atlason Ísheim, dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroya, frá, um altjóða arbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya.