Skip to main content Scroll Top

Marita verður altjóða starvsfólk í Etiopia

1000001480

– Nú er tað veruleiki, at eg skal avstað. Eg eri øgiliga spent og royni at fyrireika meg so væl, sum yvirhøvur møguligt, men framvegis er nógv at náa, áðrenn eg fari ferðina til Etiopia síðst í hesum mánaðinum.

Soleiðis sigur Marita Hoydal, sum 1. feburar byrjar í nýggja starvi sínum sum altjóða starvsfólk hjá Reyða Krossi Føroya – í Etiopia.

Marita Hoydal er 56 ár og uppvaksin í Hoyvík. Sum ung flutti hon til Danmarkar at búgva og hevur síðan eisini búð í Týsklandi, Avstralia og í Portugal. Hon hevur útbúgving innan samskifti, cand.comm., og hevur starvast innan økið líka til nú.

Hon hevur breiða arbeiðsbakgrund, millum annað hevur hon starvast innan útbúgvingarøkið, hevur í fleiri ár skrivað ferðajournalistik og ferðabøkur fyri Politiken, var í átta ár í Norðurlandaráðnum – eisini innan samskifti, har hon m.a. hevði nógv samstarv við politisku skipanina í Føroyum, Norðurlandahúsið og NORA. Seinastu fimm árini hevur hon verið stjóri fyri samskifti á Banedanmark, sum samskipar jarnbreytirnar í Danmark.

– Og tað havi eg gjørt líka til nú eg velji at fara til Etiopia fyri Reyða Kross Føroya, sigur Marita Hoydal. Hon greiðir frá, at upp á ymiskar mátar hevur altjóða samstarv altíð verið partur av hennara arbeiði. – Og um vit hyggja altjóða, so er Reyði Krossur jú størsti hjálparfelagsskapur í heiminum, sigur hon.

Hetta við at arbeiða fyri Reyða Kross hevur altíð verið eitt ynski hjá Maritu, sum fegnast um at hava fingið júst hetta starvið og er spent at starvast við hjálpararbeiði. Hon gleðir seg at royna eitt nýtt starvsøki og er forvitin at vita, um tað ber til at samantvinna tað, sum hon dugur og hevur av førleikum, við arbeiðið, sum Reyði Krossur ger.

– Eg vóni at eg saman við Reyða Krossi kann fremja eitt gott arbeiði á nøkrum økjum, har vit kunnu hjálpa fólkum, ið eru í einari ordiliga torførari støðu – og sum man hoyrir lítið um. Tað motiverar meg.

Hóast hetta er fyrsta starv hjá Maritu í Reyða Krossi, so er hetta ikki fyrstu ferð hon hevur samband við Reyða Kross. Í nøkur ár hevur hon nevniliga verið sjálvboðin vøkukona fyri Reyða Kross í Danmark. Og sjálv var hon sjálvboðin í Mosambik eitt tíðarskeið. Tá var hon í provinsinum Nampula, har hon var við í arbeiðnum at hjálpa bóndum at endurbyggja sítt virksemi at dyrka kashew-nøtur, aftaná at kríggj hevði verið í landinum. – Tá hugsaði eg, at ”sovorði kundi eg væl hugsað mær at gjørt meira av í framtíðini.”

Nú Marita fer til Etiopia sum altjóða starvsfólk fyri Reyða Kross Føroya síðst í hesum mánaðinum, er hetta fyrsta starv hennara fyri Reyða Kross og fyrstu ferð hon fer til Etiopia:

– Eg eri nokkso nýggj innan hetta økið og eri eyðmjúk um, at eg ikki komi har og haldi, at eg veit alt, tí eg skal læra eina rúgvu av nýggjum. Tá eg komi har til hevur tað nógv at siga, at eg royni at finna útav, hvussu tingini ganga fyri seg har á staðnum, og at eg lagi meg eftir teimum. Tað er jú ikki soleiðis, at man ger alt upp á sama máta, sum í Føroyum ella í Danmark – har eru heilt vist aðrir mátar at arbeiða, samskifta og fáa tingini at rigga uppá.

Í fyrireikingini til starvið sum altjóða starvsfólk hevur Marita lurtað nógv eftir poddvørpum um Etiopia. Har hevur hon lært ymiskt um ríku søguna hjá landinum:

– Tað eru ikki bert konfliktir og kríggj. Etiopia er eitt ótrúliga stolt land, serliga sæð í ljósinum av, at landið ongantíð hevur verið ein koloni.

Síðan hevur hon fylgt væl við í fjølmiðlum á afrikanska horninum. – Tað hjálpir nógv at fylgja við, hvat gongur fyri seg har yviri, tí alt hongur jú saman.

Á sosialum miðlum roynir hon eisini at fylgja væl við, hvussu Reyði Krossur arbeiðir í Etiopia, og sær, hvørjar verkætlanir tey arbeiða við.

– So alt hvat eg kann finna – bæði á internetinum og við at lurta eftir poddvørpum og hyggja á Youtube, tað hjálpir mær nógv í fyrireikingini til hetta starvið, sigur Marita, sum leggur afturat, at hon heldur vit hoyra lítið um hetta økið í okkara parti av heiminum.

Hon vónar at læra okkurt nýtt og um, hvussu ein so stórur hjálparfelagsskapur arbeiðir, men serliga: – At okkurt gott kemur burturúr hevur týdning fyri meg. Tað snýr seg ikki bert um upplivingina við at vera har, men at tað, sum eg komi við ger mun saman við tí lokala.

Ein av verkætlanunum, sum Marita Hoydal fer at starvast við snýr seg um almenna heilsu. Nógv fólk í kreppuraktum londum missa atgongd til heilsutænastur, tá kríggj ella náttúruvanlukkur raka. Hendan heilsuverkætlanin skal tryggja, at fólk við langvarandi sjúkum – sum hjartasjúku, blóðtrýst, diabetes og tílíkum – eisini fáa viðgerð, tá kreppur og vanlukkur raka. Aðrar verkætlanir, sum Marita eisini fer at verða knýtt at snúgva seg um samstarv og samskifti millum ymiskar Reyða Kross-verkætlanir í økinum.

– Og so gleði eg meg sjálvandi eisini til at greiða føroyingum frá øllum tí, sum Reyði Krossur Føroya ger í økinum, sigur hon.

Persónliga hevur tað nógv at siga fyri Maritu, at hon fer at starvast fyri júst Reyða Kross Føroyar:

– Eg havi búð nógv uttanlands og havi ynskt mær eitt sterkari samband til Føroya. Upp á onkran máta er hetta mín máti at koma heim uppá, við at eg fari at arbeiða fyri Føroyar í einum altjóða samstarvi. Tað eri eg øgiliga glað fyri at sleppa at gera.

Marita skal vera burturfrá familjuni hetta árið, hon fer at starvast hjá Reyða Krossi í Etiopia.Hóast børnini eru vaksin, so fer tað at vera ein stór broyting og avbjóðing:

– Hóast børnini nú eru vorðin vaksin, so eri eg von við, at vera heima og at tey tíð altíð kunnu koma framvið, so akkurát tað verður ein stór broyting. Men eg veit eisini, at eitt ár gongur skjótt. So eg vóni bara, at fáa sum mest burturúr hesum árinum, og at eg fái gjørt so stóran mun sum til ber hesa tíðina. Tað ber jú til at halda sambandið við líka upp á nógvar mátar, hóast man er í einum øðrum landi, sigur Marita at enda.

 

Altjóða starvið í Etiopia er eitt av úrslitunum av samstarvsavtaluni, sum Reyði Krossur Føroya hevur við Landsstýrið.

 

Reyði Krossur Føroya ynskir Maritu blíðan byrð í Etiopia.

Related Posts

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.