Fá hjálp frá Mat- og Klædnahjálpini
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til familjur og einstaklingar. Tænastan er ætlað fólki, ið av ymiskum orsøkum ikki fáa endarnar at røkka saman.
Mat- og Klædnahjálpin er ein dulnevnd tænasta, og øll sjálvboðin eru bundin av tagnaðarskyldu. Tó er neyðugt hjá Mat- og Klædnahjálpini at spyrja um praktisk viðurskifti sum kyn, aldur, hvar í landinum, stødd á familju, stødd á klæðum osfr. Hetta verður gjørt fyri at veita best møguliga tænastu og at gera tørvsmetingar.
Mathjálpin letur í høvuðsheitum frysti- og haldførar matvørur. Klædnahjálpin letur klæði, frá innast til uttast, til børn og ung upp til átjan ára aldur.
Øll, sum hava tørv á mat- og klædnahjálp, eru vælkomin at seta seg í samband við Mat- og Klædnahjálpina, so hvørt tey hava tørv á tænastuni, gjøgnum frymilin niðanfyri. Eisini ber til at ringja ella senda sms boð til Mat- og Klædnahjálpina á tlf. nr. 283670 ella senda teldubræv á klaednahjalpin@redcross.fo.
Stuðul
Fyritøkur og einstaklingar eru vælkomin at stuðla Mat- og Klædnahjálpini, eitt nú við góðari matvøru ella peningarligum ískoyti. Ynskir tú at lata mat ella geva avsláttur á matvøru, skriva til okkara á redcross@redcross.fo ella ring 28 36 30. Ynskir tú at stuðla Mat- og Klædnahjálpini við einari upphædd, ert tú vælkomin at flyta eina peningagávu og viðmerkja "M+K". Sí kontonummur her. Hjartans tøkk fyri stuðulin.