Nær kunnu fólk fáa hjálp?
Endamálið við tænastuni er at hjálpa fólki, sum hava tað fíggjarliga trongt – til dømis um tey verða rakt av sjúku, missa arbeiðið ella hava eina stóra óvæntaða útreiðslu, sum ger, at tey ikki hava ráð at keypa mat ella klæðir til síni børn.
Hóast Reyði Krossur fær góðan stuðul til tænastuna, so hevur hon við sær stórar útreiðslur, og sjálvboðin brúka nógva tíð. Tí er tað sera umráðandi, at endamálið við tænastuni verður virt, og at fólk ikki biðja um mat ella klæðir, um tey ikki hava tørv á tí.
Hvar kemur hjálpin frá?
Klæðini koma frá endurnýtsluhandlunum hjá Reyða Krossi, og eru nágreiniliga útvald.
Ein partur av matinum verður latin í gávu frá stuðlum, meðan Reyði Krossur keypir restina (við peninginum, sum verður savnaður ígjøgnum søluna í endurnýtsluhandlunum ella aðrar innsavningar).
Hvør rekur tænastuna?
Matur- og klædnahjálpin verður rikin av einum toymi á umleið 7 sjálvbodnum, sum ólønt og sjálvboðið arbeiða fyri at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí í Føroyum.
Passa klæðini ikki?
Um barnið ikki passar klæðini ella skógvarnar, verður tú vinarliga biðin um at lata hesi inn aftur til Reyða Kross. Klæðini eru nágreiniliga útvald, og kunnu koma øðrum barni til góðar, um títt barn ikki passar tey. Klæðini kunnu latast inn aftur við at koyra tey í eina klædnabingju viðmerkt “Klædnahjálpin” ella set teg í samband við okkum á klaednahjalpin@redcross.fo – so finna vit eina loysn.
Umbønir og útlutan
Umbønir um mat skulu vera okkum í hendi áðrenn kl. 12:00 mánadag, fyri at fáa mat sama dag. Seinri umbønir verða avgreiddar vikuna eftir.
Umbønir um klæðir skulu vera okkum í hendi áðrenn kl. 12:00 hósdag, fyri at fáa klæðir mánadagin eftir.
Útluta verður einaferð um vikuna, og tú sært í teldupostinum, nær tú kanst avheinta.
Eitt avmarkað tal av umbønum kann útlutast hvørja viku. Tí kann bíðitíð koma fyri.
Mat- og Klædnahjálpin er stongd í ávís tíðarskeið á árinum (summar-, heyst-, jóla- og páskafrí, og aðrar heilidagar). Lýst verður á heimasíðuni.