Í 2013 byrjaði eitt nýtt sosialt virksemi í Reyða Krossi Føroya – Reyða Kross Klædnahjálpin. Reyða Kross Klædnahjálpin er skipað við einum leiðara og tveimum varaleiðarum.
Klædnahjálpin veitir góð barnaklæðir frá klædnaskiljing okkara til barnafamiljur í Føroyum, ið eru fíggjarliga illa fyri og hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Eitt nú familjur, har tey vaksnu hava mist arbeiðið ella hava eina lága inntøku, familjur, har foreldur eru lesandi, ella familjur, ið eru raktar av sjúku og/ella av ymiskum sosialum trupulleikum.
Klædnahjálpin fær nógv hágóðskuklæðir, ið verða latin Klædnahjálpini beinleiðis. Harafturat senda hjartagóðar kvinnur okkum nýbundin pløgg, serliga troyggjur, húgvur og hosur at geva børnunum.
Foreldur, ið hava tørv á klædnahjálp, kunnu fáa klæðir til børn upp til 18 ár. Klæðini eru eru í góðum standi, rein og tíðarhóskandi.
Reyða Kross Klædnahjálpin bjóðar eisini Herberginum at fáa góð klæðir til teirra brúkarar, eins og vit samskifta við Kvinnuhúsið og bjóða teimum bráðfeingispakkar við klæðum bæði til vaksin og børn, tá onkur av teirra brúkarum fær tørv á hesum.
Samband tel. 28 36 70.