Farið var undir Mathjálpina í Reyða krossi í 2020. Mathjálpin letur mat til familjur og einstaklingar, ið eru illa fyri fíggjarliga, eitt nú støkum foreldrum, familjum, har annað foreldrið hevur mist arbeiðið, familjum við lágum inntøkum, pensionistum, lesandi ella einstaklingum og familjum, ið eru rakt av sjúku.

Mathjálpin letur í høvuðsheitum frystan døgurðamat.

Øll, sum hava tørv á mathjálp, eru vælkomin at seta seg í samband við Mathjálpina á 283670.