Skip to main content Scroll Top

Neyðhjálp til Sudan

Neyðhjálp til Sudan
Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri lata í felag 700.000 krónur í neyðhjálp til Sudan.

Herviligt borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri sivila fólkið, ið har býr.

Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai mánaða tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í Sudan, men støðan er einans versnað síðan tá, og verður roknað ímillum svárastu humaniteru kreppur í heiminum í dag. Tískil er tørvurin á hjálp framvegis ómetaliga stórur í landinum.

Við 700.000 krónur í stuðli afturat úr Føroyum kann Reyði Krossur í Sudan eitt nú:

 

  • Víðka um humaniteru “Service points”, humaniter tænastustøð, til dømis við tryggum støðum (Safe Spaces) til børn og kvinnur

 

  • Veita heitar máltíðir og drekkivørur

 

  • Veita fyrstuhjálp og heilsukanningar og vísa víðari til heilsuverk, um tørvur er á tí.

 

  • Deila út 300 matpakkar til serliga útsettar familjur.

 

  • Skipa fyri heilsudøgum í flóttafólkalegum og á humaniteru tænastustøðunum.

 

Stuðulin hevur til endamáls at tryggja útsettum kvinnum, monnum, gentum og dreingjum atgongd til neyðsynjartænastur og verju upp á ein tryggan og virðiligan máta. Hetta fer fyrst og fremst at koma flóttafólkum, sum ferðast á teimum stóru flóttarutunum, til gagns.

Samanumtikið verður mett, at umleið 20.000 fólk kunnu fáa beinleiðis hjálp av hesum stuðlinum, serliga í samband við ávísu humaniteru tænastustøðini (”Service Points”) í Norðurstatinum í Sudan, har tørvurin er ógvusligur orsakað av nógvu flóttafólkunum.

 

Reyði Krossur Føroya

Related Posts

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.