Skip to main content Scroll Top

Nýggj støkk-upp Reyðakrossbúð á Sandi

1000017531

Tann 15. november lótu vit nýggja støkk-upp Reyðakrossbúð upp á Sandi, og ætlanin er at hava virksemið koyrandi árið út.

Reyðakrossbúðin selur góð endurnýtsluklæðir til kvinnur, menn og børn, júst sum í øðrum Reyðakrossbúðum um landið.

Hølið liggur væl fyri mitt í bygdini í sama bygningi, sum Sands kommuna, Visit Sandoy og bókasavnið húsast í – og er fyrrverandi hølið hjá politinum. Hølið sjálvt er rátt, men hóskar seg sera væl til endamálið.

 

Ingerð Jønsson, endurnýtslusamskipari, sigur soleiðis:

–            Tað eru fólk á staðnum, sum hava lagt upp til, at vit lata hendan handilin upp. Vit kalla hetta eina jóla-støkk-upp búð, tí hon er árið út. Tað er ikki soleiðis, at vit bara selja ting til jóla, men tað er eisini partur av tí umframt vanlig endurnýtsluklæðir.

Vit hava seinastu tíðina merkt ein øktan áhuga fyri at fáa ein Reyða Kross handil til Sandoynna, og við góðum sjálvbodnum kreftum hevur tað borið til at sett hesa støkk-upp búðina upp upp á heilt stutta tíð. Fleiri sjálvboðin hava teknað seg til vaktir og tað varð avgjørt beinavegin, at handilin verður opin tveir dagar um vikuna – mikudag og leygardag.

Harafturat eru sjálvboðin, ið hava teknað seg til at koyra klæðir úr høvuðsklædnaskiljingini hjá okkum í Stiðjagøtu til Sands.

Vælkomin til Støkk-upp handilin hjá Reyða Krossi á Mørkini Miklu 3 á Sandi.

 

Upplatingartíðir:

Mikudag kl. 16.00-19.00

Leygardag kl. 11.00-15.00

– til nýggjárs.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.