For English click here

Opið Hús hjá Reyða Krossi Føroya 

29. oktobur kl. 11-17 verður nógv spennandi á skrá tá Reyði Krossur hevur Opið Hús í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.

Kom og síggj sjálvbodna virksemið í Reyða Krossi, millum annað, hvussu klæðir verða innsavnað, skild og seld, hitt sjálvboðin úr Vitjanartænastuni, síggj hvussu samarittarnir arbeiða, hoyr um hjálpaarbeiðið bæði í Føroyum og kring heimin, og so verður møguleiki hjá børnunum at taka barnafyrstuhjálparskeið.

Samstundis er endurnýtsluhandilin opin frá kl. 10.00 til 17.00 við hópin av lekkrum klæðum og góðum tilboðum. Eisini verður mótaframsýning, søla av fronskum hotdog, kaffi og køku. Og so verður tónleikur við Jens Marna Hansen, Steintóri Rasmussen og Mariu á Lakjuni.

Hjálp okkum at hjálpa!

Ring á 90 56 56 og stuðla Reyða Krossi við 150 kr. Øll, sum ringja áðrenn 30. oktobur eru við í lutakastinum um 4 x 3.000 kr. gávubrøv frá Atlantic Airways.

Les meir um, hvussu tú kanst stuðla her.

Tekning til barnafyrstuhjálparskeið fer fram her. 

Tiltakið er stuðlað av: AV lux, veistla.fo, SMS, Poul Michelsen, Atlantic Airways, Tatanka og Hotel Brandan.