Scroll Top

Fyrstahjálp til børn og pinkubørn

Ert tú nýliga vorðin foreldur og kundi hugsað tær at duga fyrstuhjálp? Hevur tú eldri børn og vilt gjarna vita, hvat tú skalt gera, um ein ólukka hendir?

Tak eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn hjá Reyða Krossi.

Skeiðið fevnir millum annað um:

  • At fáa lív aftur í børn. Serlig atlit skulu takast í sambandi við hjartamassagu og
  • kunstigan andadrátt til lítil eins og til stór børn
  • Burturbeining av fremmandalikami. Verður rætta hjálpin ikki stundisliga veitt, kann tað kann enda galið, tá eitt fremmandalikam setur seg fast í hálsin á einum barni
  • Fyrstahjálp í sambandi við álvarsamar brunasjúkur

Eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn er 4 tímar til longdar.

Kostnaður er 520 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.

Tekna teg

Tú kanst tekna teg til eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn við útfylla frymilin niðanfyri.

Spurningar: fyrstahjalp@redcross.fo ella tel. 286629.

Teigar markeraðir við * eru kravdir.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.