
Mikudagin 19. februar kl. 16:00 letur nýggja Reyðakrossbúðin í Klaksvík upp í Dávavirkinum – mitt í Torravikuni.
Tað er ikki av tilvild, at latið verður upp júst í Torravikuni. Í Torravikuni hátíðarhalda vit jú fiskivinnuna og søguna um lívið við sjógvin, og Dávavirkið hevur í áratíggju verið ein týdningarmikil partur av hesi søgu. Í hesum virkinum hava óteljandi hendur arbeitt við fiski ígjøgnum árini – og nú verður bygningurin karmur um eitt heilt annað slag av virksemi: endurnýtslu og hjálpararbeiði.
Í nýggju Reyðakrossbúðini fara nú onnur hondatøk at mynda gerandisdagin. Sjálvbodnar hendur fara at arbeiða við at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikutoy og amboð fáa eitt nýtt lív.
Á upplatingardegnum fara fólk, sum hava arbeitt á Dávavirkinum, at greiða frá søguni um virkið, frá tíðini tá tað lat upp, og um lívið á einum fiskavirki í teirra tíð. Eisini verður greitt frá nýggja virkseminum hjá Reyða Krossi í bygninginum.
Ein fjølbroyttur endurnýtsluhandil við sosialum hjarta
Reyðakrossbúðin verður meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu. Ein hugnaligur kaffikrókur verður við útsýni oman móti bryggjuni, har gestir kunnu njóta ein góðan drekkamunn, lesa eina bók og fáa eitt gott prát.
Bygningurin fer við tíðini eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.
Skráin á degnum
Øll eru vælkomnum á gátt á upplatingardegnum mikudagin 19. februar kl. 16:00.
Klokkan 16:00 verður almenn móttøka, har Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, fara at bera fram røður.
Eisini fara fyrrverandi arbeiðsfólk á Dávavirkinum at fortelja frá søguni um virkið og um teirra egnu upplivingar frá arbeiðinum har.
Tónleikur verður eisini á skránni. Karl Martin Samuelsen, sum í nógv ár hevur brúkt tónleikahølini á Dávavirkinum, fer at framføra. Eisini fer Anua, ein bólkur við heilt ungum tónleikarum, at framføra og skapa eina serliga løtu við tónleiki.
Handilin er samstundis opin, og Reyði Krossur bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.