Skip to main content Scroll Top

Reyði Krossur Føroya 1926 – 2026

100 ár SoMe templates

Vit fylla 100 ár og tað fara vit í Reyða Krossi Føroya at hátíðarhalda – alt árið!

Tú kanst tí vænta at síggja nógv til okkara upp á ymsar mátar í ár. Millum annað kanst tú gleða teg til í heyst, tá vit skipa fyri stórari Landsinnsavning, ið verður send í Kringvarpinum.

Reyði Krossur Føroya varð stovnaður 2. apríl í 1926, tá tað vísti seg at vera tørvur á sjálvbodnari orku at veita veikum í samfelagnum hjálp og kunning av ymsum slag – serliga innan heilsu.

Nógv er broytt hesi hundrað árini, men tørvurin á hjálp og sjálvbodnari orku er framvegis stórur og virksemið her í Føroyum er nógv vaksið seinastu árini.

Vit í Reyða Krossi Føroya er partur av í heimsins størsta hjálparfelagsskapi við umleið 17 milliónum sjálvbodnum í so at siga øllum londum í heiminum.

Í hundrað ár hava vit arbeitt við menniskjanum í miðdeplinum. Og tað er vert at hátíðarhalda❤️

Related Posts

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.