Um Reyða Kross Vinir

Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast og at gerast ein virkin partur av samfelagnum og av teimum felagsskapum, sum knýta okkum saman – verið tað seg á arbeiðsplássinum, í skúlanum ella frítíðarítrivinum.

Tí er tørvur á sjálvbodnum sum tær. Tú kanst stuðla einum tilflytarara ella tilflytarafamilju við ymiskum gerandisavbjóðingum og vera við til at opna dyr til nýggj sosial sambond, sum kunnu økja um um teirra trivna og kenslu av at hoyra til. Tín nærvera og samvera, men eisini títt netverk, tínar royndir og tín kunnleiki til samfelagsbygna, føroyskar siðvenjur og reglur, eru gull verd fyri ein tilflytara.

Sum Reyða Kross Vinur ert tú sostatt ein týdningarmikil sosial relatión hjá einum persóni ella familju úr einum øðrum landi, sum sakna eitt føroyskt netverk, ella sum nú skulu venja seg við eina nýggja tilveru í Føroyum.

Tín leiklutur sum sjálvboðin
Í høvuðsheitum er tín leiklutur sum sjálvboðin vinur at veita góða samveru og stuðul. Endamálið er at veita medmenniskjatokka og at stuðla einum vini ella einari vinarfamilju á einum sjálvbodnum grundarlagi.

Hóast talan ikki er um eitt vinalag frá fyrsta degi, so er tað ein grundhugsjón um vinalag, sum liggur handan hendan hetta virksemi – umframt ein ætlan um, at sambandið skal vera so javnsett sum gjørligt.

Hugsa um hetta sambandið eins og tú hugsar um aðrar vinir og kenningar, har tit í felag gera av, hvat tit skulu gera saman, og tit kanska skiftast um at leggja hús til. Grundleggjandi handlar tað um at royna at skilja og viðurkenna hvønn annan, tí ongin dámar at kenna seg illa við ella ólíka viðfardan.

Sum sjálvboðin hevur tú ein heilt serligan leiklut. Tú ert til staðar fyri at læra eitt menniskja at kenna og hjálpa tí uttan at fáa pening afturfyri. Slíkt samband skapar álit, sum ikki kan samanberast við sambond, sum tilflytarin hevur við myndugleikapersónar.

Hvat fært burturúr at vera sjálvboðin vinur ella vinafamilja?
Tey allarflestu uppliva gleðina av at hjálpa øðrum menniskjum, men at vera sjálvboðin fevnir ikki bert um at geva. Sum sjálvboðin fært tú eisini møguleika at læra eitt menniskja við eini aðrari mentanarligari bakgrund at kenna, sum kann ríka títt lív og geva tær nýggjar áskoðanir um lívið.

Tú kanst fáa innlit í eitt annað mál, eina aðra mentan og ein annan livihátt. Tú kanst vera tann hepni gesturin til ein vælsmakkandi døgurða, ella tú kanst hjálpa við at gera leskiligir rættir, sum tú kanska ongantíð áður hevur roynt. Tað kann eisini henda, at tú upplivir, at tit ikki eru so ymisk, sum tú møguliga helt.

Hvussu nógva tíð skalt seta av?
Tit avgera sjálvi, hvussu ofta tit hittast, og hvat tit gera saman. Tað, sum hevur týdning er samveran og stuðulin. Og minst til, at tann besta hjálpin er hjálp til sjálvhjálp, tí tað styrkir um virkisførið og sjálvsálitið hjá vininum/vinarfamiljuni.

Vit viðmæla, at tit tíðliga tosa saman um, hvussu ofta tit ynskja at hittast. Nógv hittast ímillum tvær og fýra ferðir um mánaðin. Tað avgerða tit sjálvi tykkara millum. Lurta eftir ynskjunum hjá viðkomandi og verð realistisk/ur um, hvussu nógva tíð tú hevur. Hav í huga, at vinurin eisini kann hava ein gerandisdag við knappari tíð.

Hvat verður væntað av tær?
Tú hjálpir við tí, sum tú hevur møguleika og hug til, men við útgangsstøði í tørvinum og ynskjunum hjá tínum vini ella tínari vinafamilju.

Tað er ikki nakað, sum tú skalt gera, og tú nýtist ikki at at vita nógv um t.d. lóggávu, rættindi og skyldur ella um almennar skipanir. Tú skalt ikki taka ein mynduleikaleiklut á teg, og tað er heldur ikki tín uppgáva at loysa allar avbjóðingar, sum persónurin møguliga hevur. Men tú ert vælkomin at hjálpa við slíkum, sum tú vanliga hevði gjørt fyri tíni vinfólk ella tína familju. Minst bert til,  at tú ert til staðar sum eitt medmenniskja, ikki sum eitt starvsfólk.

Tað verður tó væntað, at tú stuðlar vininum at klára avbjóðingarnar sjálv/ur. Tú ert til staðar, og kanst stuðla við hjálp til sjálvhjálp. Royn at loysa trupulleikar við tilflytaranum og ikki fyri tilflytaran. Hetta kann vera trupult, tí tað tekur ofta longri tíð. Men í longdini loysir tað seg betur fyri báðar partar.

Hugskot til hvat tit kunnu gera tá tit hittast

  • Venja føroyska málið t.d. gera skúlating.
  • Hyggja ella lurtað eftir føroyskum sendingum.
  • Lesa bløð og bøkur saman.
  • Ganga túrar og tosað um nærumhvørvið.
  • Tosað um okkara ymisku mentanir og siðvenjur
  • Fara til ymisk frítíðarítriv ella tiltøk.
  • Fara túr í hagan ella til útróðrar.
  • Tosað um gerandis avbjóðingar og hendingar.
  • Gera mat og eta saman.
  • Gera bindiklubbar ella ítrivsklubbar.
  • Fara túrar og útferðir. T.d. á søvn, til søgulig støð, runt í býnum ella til handils.
  • Drekka ein kaffimunn og práta.

Les meira um at vera sjálvboðin Reyða Kross Vinur við at trýsta á knøttin “Tak niður faldara” niðanfyri.

Tekna teg sum Reyða Kross Vin við at trýsta á knøttin “Gerst Reyða Kross Vinur” ovaliga á hesi síðuni.