Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru til staðar og økja um tryggleikan á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.
Samarittarnir arbeiða sjálvboðið og eru væl útbúnir innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru við til at tryggja, at skaðatilburðir og sjúkutekin verða handfarin skjótast gjørligt – hetta kann vera alt frá smærri skaðum til álvarsligari støður, har skjót fyrstahjálp ger stóran mun og í summum førum kann bjarga lívi.
Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at bíleggja samarittar.
Hevur tú spurningar, ella hevur tú hug at gerast samarittur, send okkum endiliga ein teldupost á samarit@redcross.fo.
Betri Trygging er høvuðsstuðul hjá samarittunum.