Scroll Top

Skeið í sálarligari fyrstuhjálp

Um sálarlig fyrstuhjálparskeið
Grundað á drúgvar royndir og úrslit frá áralangari gransking, hevur Altjóða Reyði Krossur ment skeið í sálarligari fyrstuhjálp. Skeiðini, sum Reyði Krossur Føroya bjóðar út, byggja á henda leist hjá Altjóða Reyða Krossi.

Hvørjum eru skeiðini ætlað?
Reyði Krossur bjóðar skeið í sálarligari fyrstuhjálp til øll áhugað – uttan mun til útbúgving og royndir.

Skeiðini eru viðkomandi fyri bæði einstaklingar, stovnar og arbeiðspláss, sum ynskja at økja um mótstøðuførið og at tryggja sær førleikar at hjálpa sær sjálvum og øðrum, um ein kreppa rakar.

Nær er sálarlig fyrstahjálp góð at duga?
Nøkur dømi um, nær sálarlig fyrstahjálp er góð at duga eru: tá ein ólukka hendir, tá onkur er fyri harðskapi, fær staðfest álvarsliga sjúku ella fer á húsagang, tá ein av teim nærmastu letur lív, tá stórar vanlukkur raka, ella tá vit eru vitni til eina álvarsliga hending.

Tilmelding og bílegging

Einstaklingar, sum ynskja at luttaka á einum skeiðið, kunnu teknað seg við at skriva til fyrstahjalp@redcross.fo ella ringja á 286629. Skeið verða hildin regluliga.

Stovnar og fyritøkur, ið ynskja at bíleggja eitt skeið í sálarligari fyrstuhjálp, kunnu venda sær til Reyða Kross á fyrstahjalp@redcross.fo ella á tel. 286629 og fáa eitt prát um tørv og ynskir.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.