Søkt verður eftir starvsfólkum, ið hava førleikar og áhuga at arbeiða við flóttum, til starv í móttøkuhúsinum hjá Reyða Krossi at byrja beinanvegin.
Móttøkuhúsið tekur ímóti burturriknum ukrainum, sum koma til Føroya at søkja um uppihaldsloyvi, og sum hava møguleika fyri at búgva á móttøkuhúsinum, ímeðan umsókn teirra verður viðgjørd.
Vit vænta, at tú:
- Brennur fyri at gera ein mun fyri onnur
- Hevur førleikar og áhuga fyri at arbeiða við flóttafólki
- Ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir
- Tolir at arbeiða við fólki, sum kunnu vera rakt av persónligum kreppum
- Hevur tikið skeið í kropsligari fyrstuhjálp (um ikki, so vænta vit at tú kann taka tað innan eitt stutt skotsbráð)
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur tikið skeiðini hjá Reyða Krossi í sárlarligari fyrstuhjálp og introduktión til at arbeiða við flóttafólki.
- Hevur viðkomandi royndir og útbúgving at arbeiða við fólki – eitt nú sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeut o.s.fr. (tó leita vit eftir røttu persónunum og tí er hetta ikki eitt krav)
- Er tøk/ur at byrja innan stutta tíð at arbeiða áleið 40 tímar um vikuna sambært skiftandi vaktarskipan.
- Ert før/ur fyri at samskifta á føroyskum og enskum. Ukrainskt og russiskt er ein fyrimunur.
- Rein revsiváttan krevst.
Avtala við núverandi arbeiðspláss
Tað kann verða ein fyrimunur at gera avtalu við núverandi arbeiðsgevara fyri teir dagar ella vikur, ið Móttøkuhúsið er opið. Avtalan kundi verið um at tillaga verandi arbeiðstíðir, at kunna leypa frá, tá tørvur er á tí ella um stutt tíðar farloyvi.
Arbeiðsuppgávur:
- Móttøka og bjóða flóttafólkum vælkomnum
- Tryggja ein góðan og støðugan gerandisdag á móttøkustøðini
- Vera til staðar, vísa runt, vegleiða og stuðla
- Vera ein aktivur partur av dagligdegnum, og koma við uppskotum um broytingar, tá tørvur er á tí
- Fyrifallandi uppgávur, so sum at bíleggja innkeyp
- Samskipan av dagligdegnum og samskifti við aðrar partar
- Dagføra og viðlíkahalda tímatalvur fyri verkstovur
Køksfólk til móttøkuhúsið:
Harumframt leitar Reyði Krossur eftir einum ella tveimum køksstarvsfólkum at arbeiða við matgerð í tímaløntum starvi í nýggja Flóttamóttøkuhúsinum.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt nýtt og spennandi arbeiði, har tú veruliga kann gera mun fyri onnur
- Førleikamennandi skeið frá Reyða Krossi
- Spennandi arbeiðsumstøður, sum til tíðir kunnu vera skiftandi og mugu tillagast innan stutt skotsbráð
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Persónliga menning.
Setanartreytir
Tørvur er á fleiri starvsfólkum at byrja beinanvegin. Talan er um tíðaravmarkað starv í skiftandi vaktum, á 30-40 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært viðkomandi sáttmála, og er tíðaravmarkað til tey tíðarskeið, ið flóttamóttøkuhúsið er opið. Vit vænta, at starvsfólk eru smidlig í mun til tey tíðarskeið, ið arbeitt verður.
Starvsstaðurin er í fyrstu atløgu í Tórshavn. Hetta kann tó broytast.
Um hetta hevur tín áhuga, mæla vit til at senda okkum umsókn og viðkomandi skjøl beinanvegin. Tó ber eisini til at senda umsókn so leypandi. Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo
Um Reyða Kross
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á sjey aðalreglarnar: At vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross her: www.ReyðiKrossur.fo