Søkt verður eftir starvsfólkum, ið hava førleikar og áhuga at arbeiða við flóttum, til starv í móttøkuhúsinum hjá Reyða Krossi at byrja beinanvegin.
Á Móttøkuhúsinum búgva flóttafólk, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum.
Vit vænta, at tú:
- Brennur fyri at gera ein mun fyri onnur
- Hevur førleikar og áhuga fyri at arbeiða við flóttafólki
- Ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir
- Tolir at arbeiða við fólki, sum kunnu vera rakt av persónligum kreppum
- Hevur viðkomandi royndir og útbúgving at arbeiða við fólki – eitt nú sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeuturs.fr. (tó leita vit eftir røttu persónunum og tí er hetta ikki eitt krav)
- Er tøk/ur at byrja innan stutta tíð at arbeiða í skiftandi arbeiðstíðum eftir tørvi.
- Ert før/ur fyri at samskifta á føroyskum og enskum, og ert opin fyri at samskifta við fólk, ið hvørki duga føroyskt ella enskt.
- Hevur reina revsiváttan.
Arbeiðsuppgávur:
- Móttøka og bjóða flóttafólkum vælkomnum.
- Tryggja ein góðan og støðugan gerandisdag.
- Vera til staðar, vegleiða og stuðla.
- Vera ein aktivur partur av gerandisdegnum, og koma við uppskotum um broytingar, tá tørvur er á tí.
- Fyrifallandi uppgávur.
- Samskipan av dagligdegnum og samskifti við aðrar partar
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt nýtt og spennandi arbeiði, har tú veruliga kann gera mun fyri onnur
- Førleikamennandi skeið frá Reyða Krossi
- Spennandi arbeiðsumstøður, sum til tíðir kunnu vera skiftandi og mugu tillagast innan stutt skotsbráð
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Persónliga menning.
Setanartreytir
Tørvur er á einum ella fleiri starvsfólkum at byrja beinanvegin. Talan er um tíðaravmarkað starv í skiftandi arbeiðstíðum. Starvið verður lønt sambært avtalu, og er tíðaravmarkað til tey tíðarskeið, ið flóttamóttøkuhúsið er opið. Vit vænta, at starvsfólk eru smidlig í mun til tey tíðarskeið, ið arbeitt verður.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Um hetta hevur tín áhuga, mæla vit til at senda okkum umsókn og viðkomandi skjøl beinanvegin. Tó ber eisini til at senda umsókn so leypandi. Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Katrin Mørkøre, samskipara í Flóttamóttøkuhúsinum, á tel. 28 66 37 ella Sigrið Zachariasen, dagliga leiðara í Reyða Krossi á tel. 28 66 74.
Um Reyða Kross Føroya
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á sjey aðalreglarnar: At vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo