Scroll Top

Starvslýsing: vilt tú vera við til at styrkja altjóða hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi?

v-LBN0530

Reyði Krossur Føroya, í samstarvi við Danska Reyða Kross, leitar eftir einum eldhugaðum starvsfelaga til starvið Humanitarian Professional.

Talan er um eitt starv, sum kann vera í einum av hesum trimum londum: Etiopia, Libanon ella Malawi. Endaliga starvssetingin verður vald út frá royndum og bakgrund hjá umsøkjara.

Endamálið er at gera mun fyri fólk, ið liva í langtíðar- og samansettum kreppum. Talan er um eitt samstarv, har Danski og Føroyski Reyði Krossur stuðla teimum lokalu Reyða Kross- og Reyða Hálvmána-feløgunum. Dentur verður lagdur á heilsu (sálarheilsu og varandi sjúkur), tilbúgving og sosiala inklusjón.

Arbeiðsøkið er fjølbroytt og kann m.a. fevna um at seta lokal átøk í verk, menna samstarv, kanna nýhugsandi fíggingarháttir, dátustýring og humanitera ávirkan.

Sum partur av starvinum verður eisini væntað, at tú ert við til at varpa ljós á arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum – t.d. við framløgum og samskifti. Tí er tað krav, at tú dugir føroyskt ella hevur sterkt tilknýti til Føroyar.


Um starvið
Tú verður partur av altjóða arbeiðnum hjá Reyða Krossi innan hjálpararbeiði, menning og førleikamenning.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • At hjálpa við verkætlanum og øðrum tiltøkum – til dømis at leggja til rættis, fylgja við, eftirmeta og skriva frágreiðingar.
  • At hjálpa við samskifti og skjalfesting – eitt nú at gera tilfar til sosialar miðlar, lýsingar og kunningartilfar.
  • At stuðla undir samstarv við stuðlar og aðrar partar – skriva frágreiðingar og hjálpa við at menna nýggj verkætlanaruppskot.
  • At samskipa vitjanir og fundir, umframt ymiskar fyrisitingarligar uppgávur.

Vit hava tríggjar starvsmøguleikar, sum leggja dent á ymiskt fakligt og geografiskt. Tínar royndir og bakgrund kunnu geva tær ein fyrimun innan hesi øki:

  • Heilsu (cardiometabolic og aðrar varandi sjúkur) í Etiopia
  • Ungdómur og samfelagsligt sjálvbjargni í Malavi
  • MEAL (Monitoring, Evaluation, Accountability and Learning) í Libanon

Umsóknir verða mettar til allar tríggjar møguleikar, men vinarliga upplýs og grundgev fyri, hvørjum av hesum starvsmøguleikum, tú hevur størstan áhuga í.

 

Nærri um starvsmøguleikarnar

Regional Programme Delegate við fokus á heilsu og ávirkan, Addis Ababa, Etiopia:

  • Verkætlanarleiðsla og samskipan innan m.a. regional heilsuátøk.
  • Stuðla strategiskum tilgongdum, herundir at skriva frágreiðingar og syrgja fyri, at lærdómur verður tikin við.
  • Menning av kunningartilfari og tilfari til sosialar miðlar.
  • Fyrisitingarligur stuðul (føra fundarbók, savna upplýsingar, frágreiðingar o.a.).
  • Ad hoc stuðul til vitjanir í Etiopia.
  • Væntast kann nakað av arbeiðsferðing í Etiopia og til grannalondini.

Programme Delegate við fokus á ungdóm og samfeløg, Lilongwe, Malawi:

  • Stuðla undir verkætlanartilgongdir – PMER, dátusavnan og greining.
  • Gera kanningar og eftirmetingar av verkætlanum, sum Danski Reyði Krossur stuðlar.
  • Samskifti og søgur, herundir sosialir miðlar.
  • Luttøka í og fyriskipan av vitjanum, ferðum og legum.
  • At fyrireika venjingar og tiltøk, har fleiri verkætlanir arbeiða saman.
  • Fyrifallandi stuðul í neyðstøðum eftir tørvi.

Programme Delegate við fokus á verkætlanarleiðslu, oPt/Iraq, við basa í Beirut:

  • Stuðla verkætlanarleiðslu, herundir eftirmeta, skriva frágreiðingar og uppskot.
  • Luttøka í arbeiðsferðum til hersettu palestinsku økini.
  • Stuðla Reyða Hálvmána í Irak at styrkja arbeiðshættir og førleikar.


Vit vænta, at tú:

  • Tosar og skrivar flótandi enskt.
  • Tosar og skrivar føroyskt (krav).
  • Hevur áhuga og helst royndir innan humanitert arbeiði, verkætlanarleiðslu ella -samskipan.
  • Hevur viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving/bakgrund.
  • Hevur góðar greiningar- og samskiftisførleikar, bæði skriftliga og munnliga.
  • Trívist í tvørmentanarligum og krevjandi umhvørvum.


Vit bjóða:

  • Ein serligan møguleika at royna teg í altjóða umhvørvi og fáa royndir við humaniterum hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi.
  • Eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú lærir nýtt, mennir teg fakliga og arbeiðir saman við bæði lokalum og altjóða starvsfeløgum.
  • Starvsseting á landa- ella regiónskrivstovu hjá Danska Reyða Krossi, har tú eisini kanst vænta arbeiðsferðir.

Talan er um eitt fulltíðarstarv í eitt ár, við byrjan 1. februar 2026 ella skjótast gjørligt aftaná. Hýsing og heilsutrygging er íroknað.

Meira kunning:
Øll áhugað eru vælkomin á kunningarfund í Reyða Krossi Føroya, Stiðjagøta 6, Tórshavn, hóskvøldið 2. oktober kl. 19:00 føroyska tíð. Har verður høvi at hoyra um royndir úr altjóða starvi hjá Danska Reyða Krossi og seta spurningar. Fundurin verður eisini stroymdur á netinum (luttak á netinum).

Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya (sigridz@redcross.fo) ella Ida Marie Faurholdt Jensen, Movement Advisor í Danska Reyða Krossi (imfau@rodekors.dk).

Umsóknarfreist: 12. oktober 2025 kl. 23:00

Um Reyða Kross:

Reyði Krossur er heimsins størsti humaniteri felagsskapur – í meir enn 150 ár hava vit hjálpt fólki ígjøgnum kríggj og vanlukkur, sjúkur og einsemi. Flestu lond hava undirskrivað avtalu, sum gevur Reyða Krossi og Reyða Hálvmána-rørsluni ein serligan leiklut at veita hjálp uttan mun til tjóðskap, átrúnað, húðarlit ella politikk.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.