Beinleiðis sjónvarpssending hin 27. mars kl. 19:00
í Kringvarpi Føroya
Sunnukvøldið 27. mars kl. 19:00 verður stór stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina. Konsertin verður víst sum beinleiðis sjónvarssending í samstarvi við Kringvarp Føroya, og á skránni verður góður tónleikur, samrøður og innsløg um hjálparátøk í Ukraina og her í Føroyum.
LIVE bannarin
Fyritøkur, feløg, kommunur ella stovnar, ið ynskja at vera við á rullandi bannaranum, sum verður at síggja niðast á skerminum, kunnu trýsta HER.
Stuðla longu nú
Ring 90 56 56* og tú stuðlar við 150 krónum.
Eisini ber til at lata eina peningagávu umvegis peningastovnarnar og viðmerkja "Ukraina". Bankarnir eru tøkir við telefonina, ímeðan sendingin er í luftini.
- Bank Nordik: 6460 4946954 - tel. 330330
- Betri: 9181 4950013 - tel. 348000
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776 - tel. 475000
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387 - tel. 359870
*Gev gætur, summi fartelefonhald krevja at tú fyllir pening á kontuna áðrenn tú kanst ringja/sms'a. Føroya Tele kundar kunnu fylla pening á www.ver.fo/pages/topup og Nema kundar kunnu fylla pening á mitt.nema.fo.
Ókeypis konsert
Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Pláss er fyri áleið 600 áhoyrarum, og vit vóna, at tað verður góð uppmøting.
Hurðarnar lata upp kl. 18:00 og lata aftur tá konsertin byrjar kl. 19:00.
At hoyra verður: Eyðun Nolsøe, Lív & Tróndur, Lena Anderssen, Signar í Homrum, Ingi Poulsen, Kári P., Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, Karl Martin og Rúna á Heygum, Fríði Sigmundsson, Rókur Jákupsson, Georg eystan Á og Hans Edward Andreasen, Jens Marni Hansen, Elin Brimheim, og Ester Kristiansen.