Í Sýria leikar størsta humanitera kreppan, sum heimurin hevur sæð síðan seinna heimsbardaga, enn á, og tørvurin á hjálp er sera stórur.

Henda seinasta tíðin hevur verið merkt av vaksandi ófriði, og í dag er annarhvør Sýri noyddur frá húsi og heimi. Sjúkrahús eru rakt, og túsundatals borgarar fáa ikki atgongd til læknahjálpina, tey so átrokandi hava brúk fyri.

Í løtuni stundar ímóti vetri í Sýria, og hendan ársins tíð kann vera sera hørð, við langum tíðarskeiðum við kava og kuldastigum. Tey, sum ikki hava eitt heim, eru serliga sárbær í kuldanum, og eru tey mong, ið ikki hava hóskandi klæðir ella skjól.

Reyði Krossur metir, at yvir 13 mió. Sýrar hava tørv á neyðhjálp.

Reyði Krossur Føroya hevur avgjørt at senda ein part av inntøkuni frá landsinnsavningini 2020 til humaniterar verkætlanir í Sýria.

Endamálið við verkætlanum er at styrkja mótstøðuførið hjá ráðaleysu borgarunum í Sýria, við at veita teimum bráðfeingis heilsu- og verndartænastur, umframt at betra um kropsliga og sálarliga trivnaðin hjá borgarum í ávirkaðu økjunum.

Hvat røkkur peningurin til?

50 kr.

Matur

Røkka t.d. til at mata einum barni í Sýria í tríggjar vikur.

150 kr.

DrekkivatnRøkka t.d. til 3000 litrar av reinum drekkivatni í Syria.

200 kr.

TjaldbuðirRøkka t.d. til tjaldbuðir at verja tvær flottafólkafamiljur móti regni og vindi.

500 kr.

MaturRøkka t.d. til mat til fimtan hungrað børn í ein mánað.