Tíðindi, dagføringar v.m. frá Reyða Kross Føroyar
Hoyr samrøðu við Sannu, sum arbeiðir hjá Reyða Krossi í Malavi, har oyðileggjandi ódnin Freddy hevur herjað hesar seinastu dagarnar. ... Sí meira ..Sí minni ..
- Likes: 7
- Shares: 0
- Comments: 0
STUÐUL ÚR FØROYUM SÆST Í VERKI
Tropiska meldurhvirlan Freddy rakti í gjár miðafrikanska landið, Malavi. Og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru fangað undir rununi.
Í Malavi arbeiðir føroyska Sanna. Hon starvast til dagligt á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nemliga á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, so sum ódnum og vatnflóðum.
Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum eina tíð stuðlað ávaringaskipanini hjá Reyða Kross í Malavi, og í fjør varð stuðul latin til eina nýggja verkætlan, ið kallast Electronic Contingency Planning. Verkætlanin gongur út uppá, at sjálvboðin kring landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum verða aktiverað, við hjálp av eini snildfon, tá ein vanlukka er á veg.
Í einum landi, har einans 11% av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í útsettum økjum kring landið. Tí kemur hendan skipanin sera væl við, og longu týsdagin í síðstu viku fingu øll tilbúgvingarliðini ávaring um meldurhvirluna ígjøgnum eina app á snildfonini. Tilbúgvingarliðini hava síðan ávarað hvør sítt nærumhvørvi, við hjálp av tilbúgvingarætlanunum, sum tey sjálvi hava verið við til at menna. Ígjøgnum snildfonina kunnu tey eisini senda boð til Reyða Kross, við m.a. dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp.
Á fyrstu myndini sæst Sanna – myndin er tikin við ánna Ruo, til eina venjing fyrr í ár, har tað bleiv simulerað, at ein meldurhvirla og vatnflóð rakti økið. Beint nú fløðir hendan áin, sum er á myndini, og takka verið verkætlanini, eru fólk blivin evakuerað úr økinum. Á síðstu myndini eru sjálvboðin úr tilbúgvingarliðinum í gongd við at ávara fólk í bygdini.
Reyði Krossur fegnast um, at sjálvboðin og lokal hava tikið væl ímóti verkætlanini, sum longu hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, og at sjálvbodnu tilbúgvingarliðini eru fult sjálvbjargin í hesum døgum.
... Sí meira ..Sí minni ..



1.35 MIÓ. KRÓNUR ÚR FØROYUM TIL NEYÐSTØDD Í TURKALANDI OG SÝRIA
Mánamorgunin 6. februar vóru tveir ógvusligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria. Tvær vikur seinni gjørdi enn ein ógvusligur jarðskjálvti syndarligu støðuna í londunum uppaftur verri. Higartil hava fleiri enn 50.000 menniskju latið lív og enn fleiri eru særd.
Reyða Kross feløgini í Turkalandi og Sýria hava arbeitt ótroyttiliga, síðan fyrsta dagin, við at hjálpa neyðstøddum børnum og vaksnum. Av tí, at lokalu Reyða Kross toymini eru úr økinum og eru staðkend, hava tey havt serliga atgongd til tey harðast raktu økini. Tey arbeiða áhaldandi við at veita kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp, býta út neyðsynjarvørur so sum mat og drekka, teppir og skjól.
Sum tíðin gongur, skiftir fokus so líðandi frá bjargingararbeiði til at veita neyðugan stuðul til tey, sum hava mist heim, ognir, arbeiði og síni kæru.
Reyði Krossur Føroya letur 1.35 mió. kr. til neyðhjálpararbeiðið í londunum báðum. Ein millión av hesi upphædd er latin frá Føroya Landsstýri.
... Sí meira ..Sí minni ..

EITT ÁR SÍÐAN KRÍGGIÐ Í UKRAINA BRAST Á
Í dag er eitt ár liðið síðan milliónavís av ukrainum vórðu noydd at flýggja undan kríggi í heimlandinum, og Føroyar fyri fyrstu ferð tók ímóti flóttafólkum. Í dag eru meira enn 130 flóttafólk komin til Føroya.
Nógv er hent síðan. Reyði Krossur var til reiðar, og hevur verið ein virkin partur av flóttamóttøkuni frá fyrsta degi. Fleiri enn 400 sjálvboðin teknaðu seg til Flóttahjálpina, og Reyði Krossur fór undir víðari fyrireikingar at bjóða flóttafólkum eina virðiliga móttøku, stuðul og vegleiðing, umframt hjálp við praktiskum avbjóðingum. Eitt nú:
🚗Sjálvboðin í Móttøkutoyminum hjá Reyða Krossi hava tikið væl ímóti 83% av flóttafólkum við føroyska landamarkið.
🏥92 av teimum hava búð á Móttøkuhúsinum, har starvsfólk hjá Reyða Krossi taka sær væl av teimum, ímeðan tey bíða eftir at fáa uppihaldsloyvi.
🏠Bústaðartoymið hjá Reyða Krossi hevur sýnað bústaðir, hjálpt flóttafólki at flyta og koyra innbúgv.
❤️63 flóttafólk hava tikið av tilboði um Reyða Kross Vin, sum eru sjálvbodnir vinir, ið stuðla tilflytarum við ymsum gerandisavbjóðingum og at fella til í Føroyum.
🧥Øll hava fingið gávukort til Endurnýtsluhandlarnar hjá Reyða Krossi í Tórshavn og Suðuroy
⛑️Reyði Krossur hevur sent 6 mió. kr. til hjálparátøk í Ukraina
Sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at flóttafólkini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Føroyum. Í samrøðu við Atlantic Review (heyst 2022) siga Irina og Yurii úr Kharkiv: "Vit óttaðust at vera komin í skeivar hendur [...] [men] tá ið vit fingu eyga á umboð fyri Reyða Kross, sum vóru komin at taka ímóti, lætnaði fyri bróstinum".
Túsund takk til øll sjálvboðin, og øll, ið hava gjørt, og framvegis gera, eitt risa arbeiði fyri flóttafólk 🙏💕
... Sí meira ..Sí minni ..
![EITT ÁR SÍÐAN KRÍGGIÐ Í UKRAINA BRAST Á
Í dag er eitt ár liðið síðan milliónavís av ukrainum vórðu noydd at flýggja undan kríggi í heimlandinum, og Føroyar fyri fyrstu ferð tók ímóti flóttafólkum. Í dag eru meira enn 130 flóttafólk komin til Føroya.
Nógv er hent síðan. Reyði Krossur var til reiðar, og hevur verið ein virkin partur av flóttamóttøkuni frá fyrsta degi. Fleiri enn 400 sjálvboðin teknaðu seg til Flóttahjálpina, og Reyði Krossur fór undir víðari fyrireikingar at bjóða flóttafólkum eina virðiliga móttøku, stuðul og vegleiðing, umframt hjálp við praktiskum avbjóðingum. Eitt nú:
🚗Sjálvboðin í Móttøkutoyminum hjá Reyða Krossi hava tikið væl ímóti 83% av flóttafólkum við føroyska landamarkið.
🏥92 av teimum hava búð á Móttøkuhúsinum, har starvsfólk hjá Reyða Krossi taka sær væl av teimum, ímeðan tey bíða eftir at fáa uppihaldsloyvi.
🏠Bústaðartoymið hjá Reyða Krossi hevur sýnað bústaðir, hjálpt flóttafólki at flyta og koyra innbúgv.
❤️63 flóttafólk hava tikið av tilboði um Reyða Kross Vin, sum eru sjálvbodnir vinir, ið stuðla tilflytarum við ymsum gerandisavbjóðingum og at fella til í Føroyum.
🧥Øll hava fingið gávukort til Endurnýtsluhandlarnar hjá Reyða Krossi í Tórshavn og Suðuroy
⛑️Reyði Krossur hevur sent 6 mió. kr. til hjálparátøk í Ukraina
Sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at flóttafólkini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Føroyum. Í samrøðu við Atlantic Review (heyst 2022) siga Irina og Yurii úr Kharkiv: Vit óttaðust at vera komin í skeivar hendur [...] [men] tá ið vit fingu eyga á umboð fyri Reyða Kross, sum vóru komin at taka ímóti, lætnaði fyri bróstinum.
Túsund takk til øll sjálvboðin, og øll, ið hava gjørt, og framvegis gera, eitt risa arbeiði fyri flóttafólk 🙏💕](https://scontent-cph2-1.xx.fbcdn.net/v/t39.30808-6/332949429_739891977831137_8302186863060860247_n.jpg?stp=dst-jpg_p720x720&_nc_cat=102&ccb=1-7&_nc_sid=730e14&_nc_ohc=yO61eB8VC5gAX-2xNY8&_nc_oc=AQlc4KDuvmLyPcnd1VC7e-Z-ggeNXLqG0v3wHwNyGah8o3tR8lk_RRS5K9n3tqVVNCY&_nc_ht=scontent-cph2-1.xx&edm=AKIiGfEEAAAA&oh=00_AfD6SoeFNlIFl7S6OkwE1SqSVWq1nn3q3GfpL62awPEspA&oe=641D7941)
FYRSTAHJÁLP TIL ALLAR 7. FLOKSNÆMINGAR Í FØROYUM 🩹⛑
Hesir dugnaligu og røsku instruktørarnir fara nú í gongd við at undirvísa øllum næmingum í 7. flokki í fyrstuhjálp. Í morgin byrjar undirvísingin fyri tí fyrsta skúlanum, og ímóti endanum av apríl hava allir 7. flokkar í Føroyum eftir ætlan fingið góða frálæru um, hvussu tey skulu bera seg at í eini neyðstøðu.
Átakið er stuðlað av Betri Stuðul og er í samstarvið við Undirvísingarstýrið og skúlarnar kring landið.
Reyði Krossur fegnast um at vera partur av hesum, tí vit vita, at eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið tú nakrantíð hevur tikið, og tí halda vit, at øll eiga at duga fyrstuhjálp ❤️
... Sí meira ..Sí minni ..

Hetta er soooo gott ❤️❤️❤️ Fyri nøkrum døgum síðani merkti eg av álvara hvussu góðan mun fyrstuhjálparaskeið gera. Syra spruttaði í eygað hjá mær, og maðurin, sum var í einum øðrum rúmi hoyrdi mítt neyðarróp. Hann kom alt fyri eitt, og hann visti akkurát hvat hann skuldi gera. Hann byrjaði beinanvegin at skola eygað hjá mær, meðan hann ringdi á sjúkrahúsið. Eygað fekk onki mein ❤️
Sera gott 👏👏
Takk fyri 🙂
Fantastiskt átak 👍🏻😊
Óført💪💪
Takk fyri ❤️
Fantastiskt 👏🏻💪🏻
KUNNINGARKVØLD UM AT GERAST SJÁLVBOÐIN REYÐA KROSS VINUR ⭐️🌏❤️
Hóskvøldið 23. februar kl. 19-20.30 kunnu øll áhugað koma á kunningarfund á skrivstovuni hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6.
Hoyr um hvat Reyða Kross Vinir er, hvønn mun tú kanst gera sum sjálvboðin vinur hjá tilflytara í Føroyum og fá góð ráð til eina góða byrjan í tíni relatión við nýggja vinin.
... Sí meira ..Sí minni ..
This content isn't available right now
Tá hetta hendi...Skilji ikki handan boðskapin….Fyrst rópar man upp um at fáa tey hendaveg áðrenn man kannar viðurskiftini 🙄🤦♀️ stakkals menniskjur 😔Sjálvandi skulu vit hjápla hvørjum øðrum. Haldi vit burdu hugt fyrst hvussu tað sær út í Føroyum.
Hvat við einum leigubústaði til allar teir Føroyingar sum einki innivist hava?
Um eg hevði ein eyka bústað, so haldi eg at eg hevði heldur leiga til fólk her heima sum berjast fyri at ikki at bliva heimleys! Er ikki heldur at royna at hjálpa barnafamilium við bústað tá okur hava so nógv av bústaðartrubuleikum her í forvegin... Tá ein polittikkari kann siga at um barnafamilur eru í vanda fyri at bliva heimleys, ella missa verandi bústað, so kunnu tey bara seta børnini á barnaheimið til tey hava funnið tak yvir høvdið! Annars havi eg onki ímóti flóttafólkinum, og vóni at tey koma sum best burtúr úr tí tey eru í.
thank you very much to the red christ and to everyone who helped and received on the faroe islands ❤️ wonderful people here with big hearts the fate of people is not straightforward, we got into a hopeless situation and we are very grateful to them for everything ❤️
Kitt.fo
Standa hotellini ik nærum tóm
Jamen so mugu tey sum taka tey til Føroyar sjálvi geva teimun innivist,tey kunnu ikki bara seta tey á gøtuna
Mann skuldi næstan trú at vit hava eina bústaðarneyð í hesum landinum... Tað sum hendir tá politiska leiðslan í landinum, vinstra og høgra, hava eini hús í Havnini sum allarhelst ikki skal detta niður um tær 5 milliónirnar tí so fer frívirði...
Skilji eg hettar rætt, tað eru ukrainarnir sum leiga, og eru ábyrgdarir av leigumálinum, og ikki reyði krossur?
Hvat viđ heimleysum Føroyingum?
Jógvan Kristiansen
🥺🥺🇺🇦
❤️
💙💛
Nej Takk. Hjálp til í ukreina. IKki innflyta meira..
BIRGIR OG LINA ERU ÁRSINS FYRSTUHJÁLPARAR 2022
Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2022 fer til Birgir Lützen og Linu Næs fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp.
14. mai 2022 fekk Sjúrður hjartasteðg í heiminum. Dóttir hansara rann inn til grannarnar, Birgir og Linu, eftir hjálp. Lina byrjaði hjartamýking beinanvegin og helt á til Birgir tók yvir, sum helt á við hjartamýking, inntil fólk frá Renn Fyri Lívinum komu við hjartastartara og sjúkrabilurin kom. Lina og Birgir arbeiddu væl saman, Lina tók puls og kunnaði um støðuna, ímeðan Birgir gav hjartamýking. Við at staðfesta skjótt, fara undir HLB skjótt, stoyta skjótt og fáa serkøna hjálp, hava tey sett yvirlivilsisketuna í gongd. Tey gjørdu munagóða fyrstuhjálp uttan steðg, sum gjørdi, at Sjúrður slapp væl frá tilburðinum og kann bera boð í bý.
Eisini fáa Karlot og Tórfríð heiðursbræv, fyri at hava bjargað Arnfinni, ið brádliga fekk hjartasteðg, tá hann var gongutúr. Tíbetur var Karlot beint við, og kundi fara í gongd við hjarta-lunga-bjarging. Tórfríð kom honum til hjálpar, og tey arbeiddu skjótt og væl. Anfinn yvirlivdi tilburðin, tí at Tórfríð og Karlot arbeiddu so munagott og skjótt. Og heiðursbrøv fara eisini til Manningarnar á Fuglbergi og Skorabergi, sum hugsa og virka skjótt, tá teir leggja merkis til, at Sigmundur er dottin ímillum kai og skip. Teir senda boð eftir hjálp, og Páll letur seg í yvirlivilsisdrakt, tekur ein enda og leypur á sjógv. Ein annar rennur yvir á hitt skipið eftir hjálp. Tveir standa á kaiini og halda eyga við Sigmundi og Pálli. Allir í manningini standa á kaiini og fáa Sigmund og Páll upp á turt.
Øll fáa tey heiðursbræv og blómutyssi, umframt at Ársins fyrstihjálpari 2022 fær eina peningagávu frá Betri Trygging.
Fýra børn fáa eisini Ársins Barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar. Í eini hendingini dettur ein drongur á sjógv, tá hann er farin við frítíðarskúlanum oman í bátahylin at fiska. Trý onnur børn gera skjótt av, renna eftir hjálp og fáa bjarga honum uppá turt. Børnini samstarva væl, hugsa klárt, hóast pressaðu støðuna, og megna at bjarga vinmanninum. Í hini hendingini megnar 12 ára gamal drongur at seta skjótt inn, og hugsa klárt, tá fosturpápin fær eitt epileptiskt anfall og missur vitið. Samstundis sum tann 12 ára gamli hjálpir fosturpápanum, megnar hann eisini at biðja um hjálp og at verja yngru beiggjarnar, sum eru 10 mánaðir og 5 ár, fyri ógvusligu hendingini.
At enda var eisini serstakur heiður latin til starvsfólkini á familjufyrisitingini, fyri hending, sum fór fram í september 2021, tá Eyrit fekk hjartasteðg. Av tí, at avvarandi ikki vistu, hvussu Eyrit fór at koma seg, var hendingin ikki meldað til ársins fyrstuhjálpara 2021. Tí fáa tey á familjufyrisitingini ein serstakan heiður fyri 2021, tá tey samstarva væl og geva Eyrit lívbjargandi fyrstuhjálp.
Reyði Krossur ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrinum.
... Sí meira ..Sí minni ..




Til lukku til tykkum øll, 🫶🏻
Til lukku til tykkum 😊
Hjartaliga til lukku tit øll
Hjartaliga til lukku 😊
Hjartaliga til lukku❤️ Fantastiska røsk øll somul🙏
Til lukku, øll tit røsku fólk 🇫🇴
Fantastiskt - hjartaliga til lukku, øll somul 🇫🇴
Hjartaliga tillukku øll somul 🥰
Hjartaliga tillukku til tykkum øll😊
Hjartaliga tillukku øll 🥰
Hjartaliga tillukku til tikkum øll
Til lukku til tykkum øll… takk fyri tykkum🥰
Hjartaliga Tillukku til tykkum. 🙏
Fantastiskt, hjartaliga til lukku, øll somul 👌
Hjartaliga tillukku til tykkum øll 🥰
JARÐSKJÁLVTI Í TURKALANDI OG SÝRIA: HJÁLP NEYÐSTØDDUM
Fleiri túsund menniskjur hava latið lív og enn fleiri eru særd eftir ógvusligu jarðskjálvtarnar í Turkalandi og Sýria mánadagin. Fleiri børn og vaksin liggja framvegis undir húsaleivdum og hava átrokandi tørv á hjálp.
Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við bjargingararbeiði, at veita fyrstuhjálp, og at geva mat, teppir og skjól til tey neyðstaddu.
Ynskir tú at stuðla hjálparátøkum hjá Reyða Krossi í sambandi við jarðskjálvtan ert tú vælkomin at flyta eina upphædd eftir ynski á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Jarðskjálvti”.
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Hvør upphædd ger mun. Eitt nú røkka 300 kr. til at eitt barn fær lívbjargandi læknahjálp og til 6 teppir.
Vælkomin at deila uppslagið, soleiðis at enn fleiri kunnu fáa hjálp 🙏❤️
... Sí meira ..Sí minni ..
