
Hvør kann koma við á summarlegu?
Summarlegan er fyri børnum sum hava tørv á eini feriuviku fullari av góðum upplivinfum. Orsøkirnar kunnu vera av fíggjarligum, sosialum, familiurelateraðum, sálarligum, fysiskum ella av øðrum ávum. Børnini eru millum 9 og 12 ár. Orsaka av at pláss framvegis eru tøk, kunnu børn niður í 8 ár og upp í 13 ár, eisini sleppa við.
Tilmelding
Um tú ynskir at barn títt skal luttaka á leguni, kanst tú senda inn umsókn við at útfylla frymilin niðanfyri.
Prísur
Børnini og familjurnar gjalda onki fyri at barnið luttekur á leguni. Tó er onkur annar, ið betalur legugjaldið á 3.500kr fyri barnið. Reyði Krossur betalur fyri legugjaldið fyri børn, sum verða teknað til gjøgnum Reyða Kross ella skúlar, meðan barnaverndartænasturnar gjalda legugjaldið fyri børn, sum tey teknað til leguna.