Skip to main content Scroll Top

Ársins fyrstihjálpari og ársins barnaheiður

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2025.

Somuleiðis lata vit Ársins Barnaheiður 2025, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Kross á frymlinum á heimasíðuni, á arsinsfyrstuhjalpari@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn.

Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er hin 4. februar 2026, kl. 14:00.

Ársins Fyrstihjálpari verður kosin í 27. februar 2026.

Tilnevning

Ársins Fyrstihjálpari 2025

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.