Reyði Krossur til Reiðar

Bráðfeingis hjálp frá Reyða Krossi, árið runt, kring alt landið.

Reyði Krossur til Reiðar er eitt landsumfevnandi hjálparnet við sjálvbodnum, sum eru til reiðar at traðka til, í avmarkaða tíð, tá á stendur.

Tað kann eitt nú vera:

  • tá okkurt óvæntað hendur,
  • praktisk hjálp (so sum at koyra, bera, seta saman),
  • menniskjaligur stuðul í akuttum støðum,
  • hjálp í sambandi við serligar uppgávur ella tiltøk,
  • ella hjálp í bráðfeingisstøðum, so sum náttúruvanukkum, farsóttum ella øðrum samfelagskreppum.

Øll kunnu biðja um hjálp við at trýsta her:

Reyði Krossur til Reiðar hjálpir í høvuðsheitum borgarum, sum venda sær til okkara við einum tørvi, men vit kunnu eisini samstarva við felagsskapir, fyritøkur, kommunur ella onnur, sum hava tørv á hjálp til serligar uppgávur.

Gerst Reyða Kross hjálpari

Sum sjálvboðin í Reyða Krossi til Reiðar, verður tú biðin um at hjálpa, um ein tørvur tekur seg upp, sum er í nærumhvørvinum hjá tær, ella sum tú hevur viðkomandi førleikar til. Tað kann vera alt frá einum menniskja í trongum skóm til eina stóra kreppu. Tað, sum uppgávurnar hava til felags, er, at tær eru tíðaravmarkaðar, og at tú gert sjálv/ur av, hvørjar uppgávur, tú átekur tær.

Sum Reyða Kross hjálpari bindur tú teg ikki til eitt ávíst tal ella slag av uppgávu. Tú traðkar bara til í tann mun, tú hevur tíð og hug til.

Kundi hetta verið tú? Tekna teg við at trýsta á knøttin "Gerst Reyða Kross hjálpari". Kundi tú hugsað tær at vita meira, ring á skrivstovuna hjá Reyða Krossi gerandisdagar kl. 10-15.