Takk fyri, at tú vilt vera ein partur av Reyða Krossi til Reiðar.
Reyði Krossur til Reiðar er eitt landsumfevnandi hjálparnet við sjálvbodnum, sum eru til reiðar at traðka til, í avmarkaða tíð, tá á stendur.
Sum Reyða Kross hjálpari, verður tú biðin um at hjálpa, um ein tørvur tekur seg upp, sum er í nærumhvørvinum hjá tær, ella sum tú hevur viðkomandi førleikar til. Tú kanst altíð siga nei til eina uppgávu, um tú ikki hevur tíð, ella um tú ikki heldur, at uppgávan hóskar seg væl til tín.
Sum Reyða Kross hjálpari er tað umráðandi, at:
- Tú virkar út frá teimum sjey aðalreglunum hjá Reyða Krossi og vísir virðing fyri teimum, sum tú skalt hjálpa.
- Tú hevur tagnarskyldu, ið skal haldast undir og aftaná sjálvbodna tænastu. Tagnarskyldan avmarkar tó ikki almennu fráboðanarskylduna.
- Tekur tú eina mynd ella ein film, má samtykkið altíð fáast frá avvarðandi partinum. Er viðkomandi undir 18 ár, skal foreldur/verji játta, at mynd verður tikin av barninum.
- Um tú ert úti fyri onkrum illgrunasamum, so boða Reyða Krossi frá, soleiðis at vit kunnu taka neyðugu stigini.
Hevur tú hevur rís, rós ella viðmerkingar ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross til Reiðar á tilreidar@redcross.fo ella tel. 28 36 30.