Takk fyri, at tú vilt vera ein partur av Reyða Krossi til Reiðar.

Sum Reyða Kross hjálpari, verður tú biðin um at hjálpa, tá ein viðkomandi tørvur tekur seg upp. Tað er ikki vist, at tú verður biðin um at hjálpa beinanvegin, men við at tekna teg sum Reyða Kross hjálpara, kann Reyði Krossur seta seg í samband við teg, tá ella um tað gerst viðkomandi, eitt nú í eini størri kreppustøðu.

Sum sjálvboðin hevur tú altíð rætt at siga nei til eina uppgávu, um tú ikki hevur tíð, ella um tú ikki heldur, at uppgávan hóskar seg væl til tín.

Fyri at gerast Reyða Kross hjálpari mást tú vera 18 ár, og taka undir við kørmunum í Til Reiðar Avtaluni.

Ítøkiliga hjálpin verður avtalað millum teg og tann, ið hevur biðið um hjálp.

Vinarliga útfyll teigirnar niðanfyri.