Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa við sjálvbodnari orku, har ið neyðin er størst, bæði heima í Føroyum og úti í heimi. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja, at virki okkara er miðvíst teimum.

Í samsvari við endamál og meginreglur hjá Reyða Krossi, eru fleiri virksemisøkir í Føroyum m.a:

  • Mat- og Klædnahjálpin hjálpir borgarum í Føroyum, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga við at lata klæðir og frystan døgurðamat.
  • Vitjanartænastan er við til at basa einsemi.
  • Samarittarnir økja um tryggleikan til tiltøk í Føroyum.
  • Integratiónsarbeiði virkar fyri at betra um trivnaðin hjá tilflytarum.
  • Flóttahjálpin veitur stuðul og hjálp til flóttafólk í Føroyum.
  • Undirvísing í kropsligari fyrstuhjálp tryggjar grundleggjandi førleikar í at hjálpa neyðstøddum, eitt nú í sambandi við hjartastopp.
  • Endurnýtsluvirksemið er við til at tálma umhvørvisdálking, tryggjað at góðar vørur fáast fyri ein rímiligan prís, umframt at avlopið verður brúkt til hjálpararbeiði.
  • Tilbúgvingarátøk, so sum Hjálparnetverkið, ið eru virkin tá kreppur raka í Føroyum.
  • Hjálparpakkar til viðkvæmar bólkar í Føroyum, eitt nú í samstarvi við Barnabata og Kvinnuhúsið.

Áleið 270 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya, árið runt.

Niðanfyri kanst tú hoyra samrøðu við formannin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, ið var í sendingini Aktuelt hin 5. februar 2021, har hann greiðir frá virkseminum hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi.