Reyði Krossur er altíð til staðar

Reyði Krossur hevur eina serstaka heimild í kríggi.

Í kríggi og í vápnaðum ósemjum hevur heimssamfelagið givið okkum eina serstaka heimild. Heimildin gevur okkum atgongd, har ongir aðrir felagsskapir kunnu koma. Vit stríðast fyri at fáa hjálpina út til tey ”sivilu” ofrini, óansæð hvørju meðna bardagan tey hoyra til.

Tá vanlukkan rakar, hjálpa vit teimum, ið hava mest hjálp fyri neyðini.

Vanlukkur sum tær í Sýria, Gaza, Irak, Suðursudan og útbreiðslan av ebola raka nógv fólk. Altjóða Reyði Krossur hjálpur í øllum hesum støðum.

Aktuellar vanlukkur

Irak – stórur tørvur á bráðfeingishjálp til flóttarfólkini

Umleið 1,2 milliónir fólk eru flýggjað undan ógvusligum bardøgum í norðara parti avIrak og tørva bráðfeingis hjálp.

Túsundatals familjur eru riknar burtur frá heimum teirra og hava bráðfeingis tørv á vatni, mati og innivist.

Reyði Krossur er altíð til staðar

Reyði Krossur stendur fyri samskipanini av stóra hjálpararbeiðinum í norðara parti av Irak. Okkara sjálvbodnu frá Irakiska Reyða Hálvmána stríðast beint nú fyri at hjálpa familjum í túsundatali við at veita teimum vatn, mat og innivist. Vit eru eisini á staðnum og veita læknahjálp til tey mongu særdu frá stríðsøkjunum.

Hungur og kolera í Suðursudan

Áleið 1,5 milliónir fólk – ella um triðingurin av innbúgvunum – eru flýggjað undan bardøgum í Suðursudan. Ein rættilig hungursvanlukka hóttir nú eisini at raka hart rakta fólkið. Sambart ST eru 50.000 børn í vanda fyri at doyggja av hungri og sjúkum, um ikki tey fáa hjálp.

Reyði Krossur er altíð til staðar

Reyði Krossur veitir mat, reint vatn, tjøld, køksbúnýti, heilivág og læknahjálp til tær nógvu familjurnar, ið eru flýggjaðar. Vit stríðast fyri at fáa hjálpina fram í tí ófriðarherjaða landinum. Fleiri staðir mugu vit kasta neyðhjálpina niður úr flogførum orsakað av vápnaðum bardøgum og oyðiløgdum vegum.

9 milliónir eru rakt av humaniterari vanlukku í Sýria

Eini 9 milliónir sýrar hava tørv á humaniterari hjálp, nú ófriðurin í landinum herjar á fjóra ári. Støðan er ógvuliga álvarsom. Meira enn tvær milliónir fólk eru flýdd út úr Sýria til grannalondini, meðan eini seks milliónir eru flýggjað undan krígnum innanhýsis í Sýria. Tey eru rikin burtur frá heimum sínum og stríðast fyri at yvirliva.

Reyði Krossur er altíð til staðar

Vit veita neyðhjálp. Eitt nú mat, heilivág, køksbúnýti, teppir, reinførisevnir og madrassir. Vit reka mobilar heilsustovur, hjálpa við sjúkrabilum og hjálpa við at býta út heilivág og læknatól. Vit læra sjálvboðin fyrstuhjálp og býta út fyrstuhjálparpakkar. Umframt hetta geva vit psykososiala hjálp til vaksin og børn.

Ebola í Vesturafrika – Reyði Krossur upplýsir og hjálpir

Fleiri enn 1000 fólk eru smittað og eini 900 eru deyð síðani útbrotið í mars 2014.

Reyði Krossur er altíð til staðar

Vit hjálpa við at steðga útbreiðsluna av ebolavirussinum við at kunna vanliga fólkið um ebola. Okkara sjálvbodnu hjálpa smittaðum at koma á sjúkrahús, vit jarða tey deyðu, og vit læra fólk, hvussu tey skulu bera seg at fyri ikki at blíva smittað.

Gaza: Bráðfeingis tørvur á vatni, sjúkrabilum og læknahjálp

Stríðið milluk Ísrael og Palestina hevur ført við sær at fleiri enn 480.000 fólk eru flýggjað. Tey eru nú innanhýsis rikin burtur frá heimum teirra.

Reyði Krossur er altíð til staðar

Vit veita teim flýggjandi reint vatn, mat og teppir. Tey særdu fáa fyrstuhjálp og verða koyrd á sjúkrahús. Vit reka tvey sjúkrahús í Gaza har fólk fáa læknaviðgerð. Vit veita psykososiala hjálp til børn og vaksin umframt, at vit samráðast um vápnahvíld við allar partar í stríðnum.