+298 283630 • redcross@redcross.fo | Um okkum | Tíðindi
Reyði Krossur Føroya

Menu

  • Stuðla
    • Hjartans tøkk fyri stuðulin
    • Gerst limur
    • Stuðla
  • Sosialt arbeiði
    • Vitjanartænasta ›
      • Samband
      • Hvussu gerist eg vitjarnarvinur
      • Hvat eru vitjanarvinir
      • Vilt tú hava vitjan?
    • Mat- og Klædnahjálpin ›
      • Samband
      • Klædnahjálpin
      • Mathjálpin
    • Filateli
    • Integratión ›
      • The Family Network / Familjuvinir
        • Sign up / Family Network
        • Tekna teg sum familjuvinur
      • Intercultural Family Retreat (Familjulegan) ›
    • Ung í Reyða Krossi
    • Saman basa vit einsemi
  • Tilbúgving
    • Samarittar
      • Samband
      • OKKUM TØRVAR SAMARITTAR
      • Hvar halda vit til
      • Samarittarnir næstan allastaðni
    • Fyrstahjálp / First Aid
      • Víðkað skeið í fyrstuhjálp
      • Fyrstahjálp við AED
      • Fyrstahjálp í ferðsluni
      • Fyrstahjálp til børn og pinkubørn
      • Sergjørd skeið til bólkar
      • Skeið í sálarligari fyrstuhjálp
      • First aid courses
    • Ársins Fyrstihjálpari ›
      • Uppskot til Ársins Fyrstahjálpara
    • Flóttahjálpin
    • Hjálparnetverkið
    • The Corona Support Network
  • Endurnýtsla
    • Handilin á Bryggjubakka
    • Handilin í Stiðjagøtu ›
    • Handilin í Vági
    • Endurnýtslubingjur
    • Klædnainnsavning og skiljing
    • Bókasøla ›
      • Tíðindi – Bókasølan
  • Altjóða hjálp
    • Áheitan: Hjálp neyðstøddum úr Ukraina
    • Áheitan: Hjálp neyðstøddum í Afghanistan
    • Altjóða humaniter hjálp 2013-2022
    • Øll hava rætt til koppseting
    • Søgan um altjóða Reyða Kross ›
    • Út í heim at hjálpa?
    • Altjóða virksemi
    • United World College Red Cross Nordic
  • Um
    • Reyði Krossur Føroya ›
    • Samband
    • Nevndin
    • Virksemisleiðarar og ábyrgd í nevnd
    • Gerst sjálvboðin í Reyða Krossi
    • Tær sjey aðalreglurnar
    • Søgan hjá Reyða Krossi í Føroyum
    • Ársfrágreiðingar
    • Viðtøkur
    • Uppskot til viðgerð á aðalfundi

Ársfrágreiðingar

Ársfrágreiðing 2020

Ársfrágreiðing 2019

Ársfrágreiðing 2018

Ársfrágreiðing 2017

Ársfrágreiðing 2016

Ársfrágreiðing 2015

Ársfrágreiðing 2014

Ársfrágreiðing 2013

Tíðindi

Used for the like, share, comment, and reaction icons

SJÁLVBOÐIN Í REYÐA KROSSI Á ÚTFERÐ Í KLAKSVÍK

Dýra biðidag vóru 70 sjálvboðin í Reyða Krossi á frálíkari útferð í Klaksvík.

Á skránni var ein vitjan á Biskupsstøðgarðinum, har Nólsoyar Páll bygdi bóndahús í síni tíð. Archibald Black greiddi frá áhugaverdu søguni um húsini og um Nólsoyar Páll. Haðani gekk leiðin yvir í Amarant til ein góðan bita. Dagurin endaði við spennandi rundvísing og einum góðum kaffimunni á Kósini, har Hanus Hansen, stjóri, tók ímóti og greiddi frá um virksemið hjá JFK.

Hjartans tøkk til stuðlarnar JFK, Giljanes bussar, Áhugafelagið Nólsoyar P, MBM og Klaksvíkar kommuna. Og tøkk til øll sjálvboðin, ið dagliga gera sítt fyri at hjálpa, har neyðin er størst, og sum vóru við til at gera dagin so avbæra góðan.
... Sí meira ..Sí minni ..

3 dagar síðan
SJÁLVBOÐIN Í REYÐA KROSSI Á ÚTFERÐ Í KLAKSVÍK

Dýra biðidag vóru 70 sjálvboðin í Reyða Krossi á frálíkari útferð í Klaksvík. 

Á skránni var ein vitjan á Biskupsstøðgarðinum, har Nólsoyar Páll bygdi bóndahús í síni tíð. Archibald Black greiddi frá áhugaverdu søguni um húsini og um Nólsoyar Páll. Haðani gekk leiðin yvir í Amarant til ein góðan bita. Dagurin endaði við spennandi rundvísing og einum góðum kaffimunni á Kósini, har Hanus Hansen, stjóri, tók ímóti og greiddi frá um virksemið hjá JFK. 

Hjartans tøkk til stuðlarnar JFK, Giljanes bussar, Áhugafelagið Nólsoyar Páll, MBM og Klaksvíkar kommuna. Og tøkk til øll sjálvboðin, ið dagliga gera sítt fyri at hjálpa, har neyðin er størst, og sum vóru við til at gera dagin so avbæra góðan.Image attachmentImage attachment
Sí á Facebook
· Deil
Share on Facebook Share on Twitter Share on Linked In Share by Email
View Comments
  • Likes: 49
  • Shares: 3
  • Comments: 2

Viðmerkingar á Facebook

Takk fyri ein gôđan túr🙂

b-av-s.blogspot.com/?fbclid=IwAR3Ms79ZIS2jWxVVZvUxsaZqhXE177YJAW3KC9yiKfq84iDReJ7fid4cgtM#.YoI8w-...

1.206.856 KRÓNUR TIL NEYÐSTØDD Í AFGHANISTAN

Ímeðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, leika tíverri eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan, har stríð, búskaparkreppa og veðurlagskreppa hava við sær, at nógvir afghanar hava bráðfeingis tørv á humaniterari hjálp. Áhaldandi turkur í landinum merkir, at akurin í vár og summar verður minni enn vanligt, sum kann elva til álvarsama hungursneyð.

Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar, um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan, og við fyrimyndarligum stuðli frá eitt nú skúlum kring landið er omanfyri eina millión krónur savnað, sum verður send til tey harðast raktu í Afghanistan.

Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmánað í Afghanistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur serliga lagdur á at veita neyðhjálp, so sum mat og drekka, umframt at stuðla sjúkrahúsum og heilsustøðum.

Hjartans tøkk til fólk, fyritøkur, feløg, kommunur, og ikki minst, skúlar og dagstovnar í Føroyum, sum hava tikið stig til stuðulsátøk kring alt landið. Enn ber til at stuðla hjálpararbeiðinum í Afghanistan. Les meir á redcross.fo/hjalp-afghanistan/. Við tínari hjálp, røkka vit longri ❤️
... Sí meira ..Sí minni ..

2 vikur síðan
1.206.856 KRÓNUR TIL NEYÐSTØDD Í AFGHANISTAN 

Ímeðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, leika tíverri eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan, har stríð, búskaparkreppa og veðurlagskreppa hava við sær, at nógvir afghanar hava bráðfeingis tørv á humaniterari hjálp. Áhaldandi turkur í landinum merkir, at akurin í vár og summar verður minni enn vanligt, sum kann elva til álvarsama hungursneyð.   

Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar, um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan, og við fyrimyndarligum stuðli frá eitt nú skúlum kring landið er omanfyri eina millión krónur savnað, sum verður send til tey harðast raktu í Afghanistan. 

Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmánað í Afghanistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur serliga lagdur á at veita neyðhjálp, so sum mat og drekka, umframt at stuðla sjúkrahúsum og heilsustøðum.

Hjartans tøkk til fólk, fyritøkur, feløg, kommunur, og ikki minst, skúlar og dagstovnar í Føroyum, sum hava tikið stig til stuðulsátøk kring alt landið. Enn ber til at stuðla hjálpararbeiðinum í Afghanistan. Les meir á https://redcross.fo/hjalp-afghanistan/. Við tínari hjálp, røkka vit longri ❤️
Sí á Facebook
· Deil
Share on Facebook Share on Twitter Share on Linked In Share by Email
View Comments
  • Likes: 23
  • Shares: 2
  • Comments: 0

Viðmerkingar á Facebook

Øll tíðindi ...
Sí fleiri tíðindi

Stuðlar

Kemilux
Nudlavirkið
Betri

Samband

Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
FO-100 Tórshavn

+298 283630
redcross@redcross.fo
www.redcross.fo
Vitja okkum á Facebook ...

V-tal: 423254

Stuðla ella gerst limur

Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto ella melda teg sum lim í Reyði Krossur Føroyar.

Gerst limur

Stuðla okkum ..

Bank konto

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Tíðindabræv

  • Forsíða
  • Um okkum
  • Tíðindi
  • Endurnýtsla
    • Mat- og Klædnahjálpin
  • Samarittar
  • Grundskeið í fyrstuhjálp
  • Vitjanartænasta
  • Ymiskt
  • Stuðla
© Reyði Krossur Føroya | Veitt av Nudlavirkið
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGóðkenn
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri.
Neyðugar
Altíð virkin
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu.
Ikki neyðugar
Farspor sum vit brúka í samband við statistik á heimasíðuni.
SAVE & ACCEPT
  • Stuðla mánaðarliga