Skip to main content Scroll Top

Uppsløg frá Facebook

Facebook uppsløg frá Reyða Krossi Føroyar

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
🎄✨ Gleðilig j�

🎄✨ Gleðilig jól og gott nýggjár ✨🎄

Ein hjartans tøkk til øll sjálvboðin, samstarvspartar og stuðlar, sum hava verið partur av arbeiðinum hjá Reyða Krossi í ár.

Saman hava vit megnað at stuðla mongum, ið hava tørv á hjálp – bæði her heima og kring heimin. Tað hevði ikki borið til uttan tykkum.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott og vónríkt nýggjár ❤️

ℹ️ Skrivstovan er í jólafrí frá 22. desember til 4. januar.

📧 Átrokandi boð kunnu sendast til redcross@redcross.fo.

✨🎄✨
... Sí meiraMinni

19.12.2025
📚🎄 Gleðilig j

📚🎄 Gleðilig jól við barnabókum frá Reyða Krossi 🎄📚

Hvørt ár letur Reyði Krossur barnabøkur og bløð til stovnar í Føroyum, sum á ymiskan hátt varða av børnum. Hetta er ein føst jólasiðvenja, og vit gleðast um at kunna stuðla børnunum við góðum og hugvekjandi lesitilfari.

✨ Í ár hava vit handað barnabøkur til
• barnadeildina á Landssjúkrahúsinum
• barna- og ungdómspsykiatriina
• Kvinnuhúsið
• barna- og ungdómsstovnar undir Almannaverkinum

Bøkurnar koma úr okkara bókaendurnýtslu og eru savnaðar og pakkaðar ígjøgnum alt árið.

🎅📖 Og sjálvandi hevur okkara trúfasti “bókajólamaður”, Sven, verið við til at bera bæði jólahýr og bøkur út til stovnarnar.

Hjartans tøkk til øll, ið lata bøkur inn og stuðla hesum arbeiðinum – tit eru við til at skapa gleði og lesilyst hjá børnum í jólahøgtíðini ❤️
... Sí meiraMinni

19.12.2025
🎄❤️ Nógv fá

🎄❤️ Nógv fáa hjálp til at klára jólini ❤️🎄

Seinastu vikurnar hava okkara røsku sjálvbodnu í Mat- og klædnahjálpini havt sera nógv um at vera. Hóast hjálpin er virkin alt árið, so økist tørvurin munandi, tá ið jólini nærkast.

Bara í desember hava vit svarað 82 umbønum um hjálp.

Umframt mat hevur hjálpin eisini fevnt um klæðir til 73 børn.

Harumframt hava vit latið gávukort til FK fyri góðar 300.000 kr. í sambandi við átakið Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata. Gávukortini fara til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

Hjartans tøkk til øll, ið stuðla okkara arbeiði – við peningi, gávum og sjálvbodnum arbeiði ❤️

Tit eru við til at gera jólini ljósari hjá teimum, ið hava tað trupult.

ℹ️ Mat- og klædnahjálpin letur upp aftur fyri umbønum 8. januar 2026

✨🎄✨
... Sí meiraMinni

19.12.2025
👕♻️ Endurnýt

👕♻️ Endurnýtslubingjur á Glyvrum ♻️👕

Endurnýtslubingjurnar hjá Reyða Krossi eru nú at finna uttanfyri Borg á Glyvrum, á Fjøruvegi 25.

Bingjurnar taka ímóti brúktum klæðum, skóm og taskum, og stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst
.
👉 Minst til:
• Koyr klæðini í posar
• Bind fyri posan, so klæðini ikki gerast vát

- Soleiðis fáa vit mest burturúr tí, tú letur.

Takk fyri stuðulin! ♻️
... Sí meiraMinni

16.12.2025
🎄 Væl eydnaður

🎄 Væl eydnaður jólahugni fyri ukrainskum flóttafólkum 🎄

Sunnudagin 30. november høvdu vit ein serstakliga hugnaligan og væleydnaðan jólahugna í hølunum hjá FSF í Gundadali. Fleiri enn 30 ukrainar, vaksin og børn, og vinir teirra luttóku – og stemningurin var framúr góður. Øll tóktust veruliga at hugna sær 💛

Til tiltakið varð bjóðað kaffi, te, kakao, jólakaramellur og mandarinir, umframt heimabakstur, sum ukrainar høvdu við. FSF helt eina spennandi framløgu um møguleikar í ítrótti og frítíðarvirksemi, og luttakararnir sluppu eisini at royna bóltspæl og stafettir. Eisini var dentur lagdur á mentanarbýti, har skipað varð fyri eini jólaligari spurnakapping um ukrainskar og føroyskar jólasiðir. Síðani fóru øll í kreativa hornið og gjørdu sínar egnu jóladekoratiónir at taka við heim. Jólahugnin endaði við einum góðum jóladøgurða, mandlurísi og – sjálvsagt – mandlugávu.

Á degnum sást eisini greitt, hvussu týdningarmikið tað er fyri luttakararnar at sleppa til virksemi, har tey fáa ein steðg frá tungum tankum og tí álvarsama veruleikanum, tey framvegis bera við sær – bæði tí heimland teirra er í kreppu, har familja og vinir liva mitt í tí, og tí tey sjálvi liva í óvissu her í Føroyum, har eingin veit, hvussu leingi tey sleppa at verða verandi. Tey liva í lántari tíð, og tað merkist í gerandisdegnum. Tí hava slíkar løtur veruliga stóran týdning. 💛

Vit vilja takka øllum, ið vóru við, luttakarar og sjálvboðin - og serliga FSF - The Faroe Islands Football Association og UEFA Foundation for Children fyri stuðulin.

UEFA Foundation for Children, umvegis FSF, stuðlar eisini Summarleguni hjá Reyða Krossi Føroya í ár og komandi ár, og vit eru sera takksom fyri henda góða og týðandi stuðul.

Hjartaliga takk fyri ein sera góðan dag – og gleðilig jól! ❤️🤍
... Sí meiraMinni

09.12.2025
Í dag, 5. desember,

Í dag, 5. desember, er altjóða dagur fyri sjálvboðin ⛑️💪

Og í gjárkvøldi fingu vit veruliga sett fokus á týdningin av sjálvbodnum arbeiði, tá heili 290 sjálvboðin í Reyða Krossi savnaðust á Hotel Føroyum til árliga jólahugnan 💓

Vit hugnaðu okkum óført við sangi, framløgum, undirhaldi og góðum mati.

Í Reyða Krossi Føroya eru vit ómetaliga errin og takksom fyri øll okkara útvið 500 sjálvbodnu, sum dríva verkið hvønn einasta dag – og syrgja fyri, at vit fáa veitt hjálp og stuðul til menniskju í neyð - bæði í Føroyum og kring heimin.

Jólahugnin er fyrst og fremst eitt høvi at siga hjartans takk til øll sjálvboðin fyri stóra arbeiðið. Sjálvbodna orkan er nemliga grundarsteinurin undir øllum, sum Reyði Krossur ger, og uttan sjálvboðin bar arbeiðið ikki til.

Ein serlig tøkk fer eisini til Rasmus og Magnus Magnussen, ið aftur í ár skaptu ein serligan stemning við undirhaldi og undirspæli ✨

Takk fyri eitt frálíkt kvøld – og gleðilig jól🎄
... Sí meiraMinni

05.12.2025
⭐ Veitst tú onkra

⭐ Veitst tú onkran, sum átti at verið Ársins Fyrstihjálpari 2025?

Reyði Krossur Føroya leitar nú eftir uppskotum!

Tann, tú tilnevnir, skal í farna ári hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp á serligan hátt – og harvið gjørt ein veruligan mun.

👧 Ársins Barnaheiður

Eins og í fjør lata vit eisini Ársins Barnaheiður, ið verður givin børnum, sum hava sýnt serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Hví gera vit hetta?

Vit vilja varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja fleiri at læra seg hana – tí fyrstuhjálp bjargar lívum.

✍️ Soleiðis tilnevnir tú:

Øll kunnu lata inn uppskot. Dómsnevndin hjá Reyða Krossi fer at viðgera øll uppskotini.

🔗 Tilnevningarskjal: redcross.fo/tilnevning
📧 Teldupostur: arsinsfyrstuhjalpari@redcross.fo
📬 Vanligur postur: Reyði Krossur, Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn

Freistin at senda inn uppskot er 4. februar 2026 kl. 14:00.

Vinnarin av Ársins Fyrstihjálpara og Ársins barnaheiður 2025 verður kosin í februar 2026.
... Sí meiraMinni

26.11.2025
LÍV HELDUR FRAM SUM

LÍV HELDUR FRAM SUM HØVUÐSSTUÐUL HJÁ VITJANARTÆNASTUNI HJÁ Reyði Krossur Føroya 🤩

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi virkar fyri at basa einsemi, tí vit vita, at einsemi og sosial avbyrging eru stórir fólkaheilsutrupulleikar, ið hava ringa ávirkan á bæði likamliga og sárarligu vælveruna hjá fólki.
Tey flestu, ið nýta vitjanartænastuna eru eldri fólk ella fyritíðarpensionistar, sum av ymsum orsøkum ongan hava at vitja seg.

LÍV fegnast um at halda fram sum høvuðsstuðul og gleðir seg til eitt gott og virðismikið samstarv við Vitjunartænastuna hjá Reyða Krossi framyvir.❤️
... Sí meiraMinni

20.11.2025
Støkk upp búð let

Støkk upp búð letur upp á Sandi í morgin 🤩

Fylg við her 🥰👇
... Sí meiraMinni

14.11.2025
Ert tú millum 15–

Ert tú millum 15–25 ár og hevur hug at royna okkurt nýtt og møta nýggjum fólkum?
Ella kennir tú onkran í hesum aldrinum, sum kundi hugsað sær at verið við?

Kom við í felagsskapin – deil tína mentan og fá nýggjar upplivingar saman við øðrum.
Uppliv heimin her í Føroyum 🌍

Ungsómsskeiðið er ætlað ungum við ukrainskari, føroyskari og altjóða/fjølmentaðari bakgrund.

👉 Vit byrja longu nú og hittast hvørja viku til og við 13. desember.
So leyp út í tað saman við okkum – kom sum tú ert!

Les meira og melda til her 👇🌍 Youth Programme – Meet, Connect & Create!

Curious to try something new?
Join our 8-week Youth Programme full of action, creativity, and good vibes!

Each week brings something different — bowling, sports, workshops, games, or cooking together 🍕🎳🏋️‍♂️
It’s all about meeting others, having fun, and building friendships across cultures.

💫 Who Can Join
Everyone aged 15–25 in the Faroe Islands — local, refugee, or international youth.
You don’t need to know anyone or have any special skills — just come with an open mind!

🗓️ When & Where

Fridays: 17:00–19:30

Saturdays: 13:30–17:00
All sessions start and end at Býarbókasavnið (Tórshavn Library).

🗣️ English Sessions
Before each activity, there’s an optional 1.5-hour English session to help you feel confident and ready.
(Mandatory for Ukrainian participants.)

💌 Sign Up — It’s Free!
Spots are limited.
👉 redcross.fo/youth-programme/

If you’re under 18, your parent or guardian must sign a consent form before you join.

See you there! 🤝✨
... Sí meiraMinni

31.10.2025
Nýtt endurnýtsluko

Nýtt endurnýtslukonsept, har brúktar troyggjur fáa nýtt lív í hondunum á dugnaligum sjálvbodnum hjá Reyða Krossi 🧶 Verður lagt fram 24. oktober - øll eru vælkomin inn á gólvið! ... Sí meiraMinni

22.10.2025
❤️ Hjartastart 2

❤️ Hjartastart 2025 ❤️

Hósdagin 23. oktober skipar Reyði Krossur fyri ”Hjartastart 2025” í Klaksvík.

Hetta er ein dagur, har vit seta sjóneykuna á fyrstuhjálp og hvussu tú brúkar ein hjartastartara, tá hjartað steðgar.

Hjartastart 2025 er viðkomandi fyri øll – privatfólk og feløg – ið vilja gera sítt til, at tú kanst fáa hjálp beinavegin, tá á stendur 🚑

📍 Hvar: Reyðakrossbúðin í Klaksvík verður karmur um trý tiltøk hendan dagin, har øll eru vælkomin:

🕙 Kl. 10–12:
Málbólkurin eru børn í 2.–3. flokki – øll børn kunnu tó fáa gagn av at møta, og tey sleppa at síggja hjartastaran og dukku – børnini sleppa at royna seg!

🕓 Kl. 14–16:
Málbólkurin eru eldri fólk – tað verður hugnaligt samskifti, og tey kunnu royna hjartastartaran sjálvi

🕕 Kl. 18–20:
Málbólkurin eru ítróttarfeløg, skótar og onnur, sum hava tíð og hug at koma framvið.

Endamálið er at gera tað so greitt sum møguligt, hvat tú kanst gera, og hvussu tú bert teg róliga at, tá ein fær hjartasteðg – og at ringt verður til 1-1-2📞

Á tiltakinum vera Fyrstuhjálparinstruktørar, Samarittar, Norðoya Bjargingarfelag, Klaksvíkar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sløkkilið.

Vælkomin til Hjartastart 2025 – tað kann bjarga lívi! 💖
... Sí meiraMinni

21.10.2025

Myndir, Integratión - Reyði Krossur Føroya hevur lagt út ... Sí meiraMinni

21.10.2025
Load more
Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.