⭐ Veitst tú onkran, sum átti at verið Ársins Fyrstihjálpari 2025 ella fingið Ársins Barnaheiður 2025?
Freistin at lata inn uppskot er 4. februar!
Tann, tú tilnevnir, skal í farna ári hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp á serligan hátt – og harvið gjørt ein veruligan mun.
👧 Ársins Barnaheiður
Eins og í fjør lata vit eisini Ársins Barnaheiður, ið verður givin børnum, sum hava sýnt serstakt avrik innan fyrstuhjálp.
Hví gera vit hetta?
Vit vilja varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja fleiri at læra seg hana – tí fyrstuhjálp bjargar lívum.
✍️ Soleiðis tilnevnir tú
Øll kunnu lata inn uppskot. Dómsnevndin hjá Reyða Krossi fer at viðgera øll uppskotini.
🔗 Tilnevningarskjal: redcross.fo/tilnevning
📧 Teldupostur: arsinsfyrstuhjalpari@redcross.fo
📬 Vanligur postur: Reyði Krossur, Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn
Freistin at senda inn uppskot er 4. februar 2026 kl. 14:00.
Vinnarin av Ársins Fyrstuhjálpara 2025 verður kosin í februar 2026.

