Skip to main content Scroll Top

United World College Red Cross Nordic

Hevur tú

• hug og áhuga fyri at fáa studentsútbúgving í altjóða høpi?
• hug at uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða undirvísingarumhvørvi?
• áhuga fyri mannarættindi og umhvørvi?

Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College, ið liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2026 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi, sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altjóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Til ferð aftur og fram millum Føroyar og skúlan rindar Studni 3.100 krónur um árið (2026).

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til UWC Føroyar á telefon 555037, ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no.

Videofilmur um skúlan á Youtube: https://www.youtube.com/watch?v=u-uirf22nuQ

Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.

Umsóknarblað saman við avriti av seinastu støðumetunum, skalt tú í telduposti senda claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi mánadagin 2. mars 2026.

Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 5. mars 2026, kl 16 í Undirvísingarstýrinum, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn-

Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna her: Umsóknarblað 2026 – UWC í Noregi

Tórshavn, 30. januar 2025
UWC Føroyar

 

United World College Red Cross Nordic

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.