Netframløgan byrjar kl. 11:00 fríggjamorgunin 16. apríl
Váða- og førleikametingin er stuðlað av Betri.
Váða- og førleikametingin fyri Føroyar 2020-2021
Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Tað er av alstórum týdningi, at hjálpararbeiðið byggir á eitt greitt og dagført grundarlag, ið eisini tryggjar, at átøk vera samskipað við verandi førleikar og tilfeingi í samfelagnum. Fyri at røkka hesum, og fyri at á bestan hátt kunnu veita hjálpina, har størst tørvur er á henni, hevur Reyði Krossur gjørt eina váða- og førleikameting fyri Føroyar.
Ein váða- og førleikameting er ein lýsing og greining av møguligum humaniterum váðum í samfelagnum, hvar hesir váðar koma frá, hvørjir samfelagsborgarar eru í størsta váða og hvørjir førleikar og tilfeingi longu eru at basa og fyribyrgja hesum váðum. Við støði í hesari vitan, ber síðani til at menna og raðfesta arbeiðið hjá Reyða Krossi á best møguligan hátt.
Filmurin omanfyri er ein framløga av úrslitunum frá kanningini, sum Tóra Petersen, PhD, hevur samskipað fyri Reyða Kross.
Spurningar og viðmerkingar til framløguna verða svaraðir umvegis redcross@redcross.fo og facebook eventið.