Eitt 12 tíma víðkað skeið í fyrstuhjálp verður ofta tikið í sambandi við eina útbúgving (eitt nú er skeiðið góðkent til heilsustarvsfólk), ella frítíðarstarv (so sum kaving, ferðaleiðarar, klatrivegleiðarar o.a.).

Skeiðið fevnir millum annað um:

  • Fyrstahjálp, fet fyri fet, tá talan er um hjartasteðg, við og uttan AED (hjartastartara).
  • Fyrstahjálp, tá talan er um størri vanlukkur í ferðsluni, á arbeiðsplássinum, við hús og tá talan er um brádliga íkomna sjúku og skaðar.
  • Handfara el-vanlukkur, fremmandalikam í andaleiðini, skálding, brunasár, brot á armar og bein, skaðar á nakka/rygg og høvd
  • Meta um persónar, senda boð eftir hjálp á 1-1-2, leggja í legu, og sálarlig fyrstahjálp.

Eftir fullført skeið fært tú eitt fyrstuhjálparprógv, ið er altjóða góðkent, umframt fyrstuhjálparbók og annað skeiðstilfar.

Eitt víðkað skeið í fyrstuhjálp er 12 tímar til longdar og kostnaður er 675 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.

Tekna teg

Tú kanst tekna teg til eitt víðkað skeið í fyrstuhjálp við útfylla frymilin niðanfyri.

Ella ber til at skriva til fyrstahjalp@redcross.fo ella ringja á tel. 283630.