Vitjanarvinir

Ein vitjunarvinir er ein persónur, sum sjálvboðin bjóðar seg fram til at vitja fólk.

Tú gerst vitjunarvinur, við at seta teg í samband við fyrisitararnar, Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 ella við at brúka frymilin á hesari síðuni.

Eina løtu, einaferð um vikuna.

Linda og Henrik eru vitjanarvinir hjá einum eldri manni. Tey eru sera fegin um at hava henda møguleika. Tey siga soleiðis:

“Løtan, ið vit brúka einaferð um vikuna at vitja ein fittan hugnaligan vitjunarvin, er sera gevandi. Mann blívur glaður heilt inn í hjartað at síggja gleðina í hansara andliti, tá vit koma. Løtan, har hann nýtur at fáa vitjan, har hann veit, at í dag sleppur hann út ein túr. Á okkara bilitúrum fáa vit nógv at vita um tey ymsu støðini í býnum, ið vit ikki kendu søguna um. Látur og góðar søgur. Ella vit sita heima og hava eitt hugnaligt prát og fáa okkum ein góðan kaffimunn.
Fyrsta túrin vit vóru var tað fyrsta, hann segði: ”Sum hetta er fantastiskt, eg havi ikki verið úti í meira enn eitt ár!!!””

“Um tú hevur hug at gleða eitt eldri fólk, vilja vit heilt vist viðmæla, at tú eisini meldar teg sum vitjanarvin hjá Reyða Krossi. Tað eru fleiri, ið kundu hugsað sær eina vitjan. Eg lovi tær, tað er ein sera vælgivin løta, ið tú gevur einum eldri fólki”, leggur Linda afturat.