Scroll Top

Reyða Kross Ungdóms Programmið

🌍 Reyða Kross Ungdóms Programmið – møt øðrum ungum og royn nakað nýtt!

Hevur tú hug at royna okkurt nýtt?
Ungdóms-programmi savnar ung í Føroyum til átta vikur við felagsskapi, nýggjum upplivingum og góðum stemningi.

Programmið er sprottið úr okkara áhaldandi arbeiði við flóttafólki í Føroyum, og hevur til endamáls at arbeiða við tørvinum at byggja brýr og sambond millum ung flóttafólk og lokal ung.

Hvør vika bjóðar upp á okkurt nýtt – frá bowling og ítrótti til skapandi verkstovur, spøl og matgerð 🍕🎳🏋️‍♂️.

Talan er um at gera ting saman, hava tað stuttligt og læra onnur at kenna á ein avslappaðan og stuttligan máta. Tú noyðist ikki at kenna nakran frammanundan – kom bara sum tú ert. Sjálvboðin hjá Reyða Krossi tryggja, at øll kenna seg sum part av bólkinum frá fyrsta degi 🤝.

👥 Hvør kann luttaka
Verkætlanin er opin fyri øllum ungum í Føroyum, sum eru millum 15 og 25 ár.

Tá vit siga øllum ungum, meina vit øllum ungum! – íroknað ungum flóttafólki, lokalum ungum, ungum við altjóða bakgrund, og einhvørjari aðrari bakgrund, mest umráðandi er at:

  • Programmið er ætlað tær, sum er við uppá nýggjar upplivingar og at hitta onnur ung í einum góðum umhvørvi.

Tú skalt ikki vera útadvent/ur ella hava serligar førleikar – tað einasta, sum krevst, er áhugi fyri at vera við og gerast partur av einum góðum felagsskapi 🌍

📍 Stað
Øll tiltøkini byrja og enda á Býarbókasavninum í Tórshavn.
Har frá fara vit saman til dagsins tiltøk og venda aftur til bókasavnið aftaná.

🗓️ Nær
Eina ferð um vikuna – annaðhvønn fríggjadag og annanhvønn leygardag

Fríggjadagar: 17:00–19:30
Leygardagar: 13:30–17:00

(Nøkur tiltøk kunnu vara eitt sindur longur ⏳, alt eftir tiltakinum.)

Tiltøkini kunnu broytast eitt sindur eftir áhuga hjá luttakarunum, veðrinum ella øðrum viðurskiftum.

💬 Valfrí enskt undirvísing
Áðrenn hvørt tiltak verður ein stutt enskt undirvísing (uml. 1,5 tími) fyri teimum, ið hava áhuga at luttaka*.
Undirvísingin er ein týðandi partur av verkætlanini – tú fært høvi at venja enskt, læra gagnlig orð og fyrireika teg til tiltakið.
Hetta er ein lættur og stuttligur máti at læra og samstundis koma í samband við onnur 💬✨

*Tað er tó krav at ukrainsk flóttafólk luttaka í ensktundirvísingini

💌 Hvussu skráseti eg meg
Luttøka er ókeypis, men plássini eru avmarkað!

👇 Tekna teg niðanfyri fyri at luttaka í Ungdóms Programminum.

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Sylviu, samskipara fyri ungdómsverkætlanina, á sylviam@redcross.fo ella ringja tlf. 286621.

📄 Vinarliga legg til merkis: Um tú ert undir 18 ár, skalt tú hava loyvi frá foreldrum ella verja fyri at kunna luttaka.

Tá tú hevur tekna teg, fær foreldur ella verji eitt loyvisskjal, sum skal skrivast undir og latast inn áðrenn tú møtir fyrstuferð.

Tekna teg nú! Seinasta møguleiki at koma uppí er fríggjadagin 14. november. Tú kanst tekna teg fram til henda dagin.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.