Brennir tú fyri humaniterum hjálpararbeiði?
Ger mun sum sjálvboðin í Reyða Krossi.
Tú gert sjálv/ur av, hvussu nógva tíð tú vilt nýta uppá sjálvbodna virksemið, eins og tú sjálv/ur gert av, hvørjum tú vilt arbeiða við. Okkum tørvar fleiri sjálvboðin á øllum økjunum, ung som eldri.
Sum sjálvboðin í Reyða Krossi, hjálpir tú okkum at hjálpa, har neyðin er størst.
Tekna teg sum sjálvboðin við at útfylla frymilin á hesi síðu ella set teg í samband við okkum á redcross@redcross.fo ella tel. 283630.
Reyða Kross Føroya
- Sosialt arbeiði í Føroyum
- Stuðla altjóða hjálpararbeiði
- Tilbúgving
- Endurnýtsla
Les meira um, hvat tú kanst vænta, tá tú leigar ein bústað út til flóttafólk.
- Sosialt arbeiði
- Stuðla altjóða hjálp
- Hava tilbúgving
- Hava endurnýtslu handlar
Reyði Krossur Føroya
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.
Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.
Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.
Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?
Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.
Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.
Stuðla
Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto í føroysku peningastovninum.