





Hoyr samrøðu við Sannu, sum arbeiðir hjá Reyða Krossi í Malavi, har oyðileggjandi ódnin Freddy hevur herjað hesar seinastu dagarnar. ... Sí meira ..Sí minni ..
STUÐUL ÚR FØROYUM SÆST Í VERKI
Tropiska meldurhvirlan Freddy rakti í gjár miðafrikanska landið, Malavi. Og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru fangað undir rununi.
Í Malavi arbeiðir føroyska Sanna. Hon starvast til dagligt á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nemliga á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, so sum ódnum og vatnflóðum.
Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum eina tíð stuðlað ávaringaskipanini hjá Reyða Kross í Malavi, og í fjør varð stuðul latin til eina nýggja verkætlan, ið kallast Electronic Contingency Planning. Verkætlanin gongur út uppá, at sjálvboðin kring landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum verða aktiverað, við hjálp av eini snildfon, tá ein vanlukka er á veg.
Í einum landi, har einans 11% av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í útsettum økjum kring landið. Tí kemur hendan skipanin sera væl við, og longu týsdagin í síðstu viku fingu øll tilbúgvingarliðini ávaring um meldurhvirluna ígjøgnum eina app á snildfonini. Tilbúgvingarliðini hava síðan ávarað hvør sítt nærumhvørvi, við hjálp av tilbúgvingarætlanunum, sum tey sjálvi hava verið við til at menna. Ígjøgnum snildfonina kunnu tey eisini senda boð til Reyða Kross, við m.a. dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp.
Á fyrstu myndini sæst Sanna – myndin er tikin við ánna Ruo, til eina venjing fyrr í ár, har tað bleiv simulerað, at ein meldurhvirla og vatnflóð rakti økið. Beint nú fløðir hendan áin, sum er á myndini, og takka verið verkætlanini, eru fólk blivin evakuerað úr økinum. Á síðstu myndini eru sjálvboðin úr tilbúgvingarliðinum í gongd við at ávara fólk í bygdini.
Reyði Krossur fegnast um, at sjálvboðin og lokal hava tikið væl ímóti verkætlanini, sum longu hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, og at sjálvbodnu tilbúgvingarliðini eru fult sjálvbjargin í hesum døgum.
... Sí meira ..Sí minni ..



AÐALFUNDUR Í REYÐA KROSSI 26. MARS ... Sí meira ..Sí minni ..

1.35 MIÓ. KRÓNUR ÚR FØROYUM TIL NEYÐSTØDD Í TURKALANDI OG SÝRIA
Mánamorgunin 6. februar vóru tveir ógvusligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria. Tvær vikur seinni gjørdi enn ein ógvusligur jarðskjálvti syndarligu støðuna í londunum uppaftur verri. Higartil hava fleiri enn 50.000 menniskju latið lív og enn fleiri eru særd.
Reyða Kross feløgini í Turkalandi og Sýria hava arbeitt ótroyttiliga, síðan fyrsta dagin, við at hjálpa neyðstøddum børnum og vaksnum. Av tí, at lokalu Reyða Kross toymini eru úr økinum og eru staðkend, hava tey havt serliga atgongd til tey harðast raktu økini. Tey arbeiða áhaldandi við at veita kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp, býta út neyðsynjarvørur so sum mat og drekka, teppir og skjól.
Sum tíðin gongur, skiftir fokus so líðandi frá bjargingararbeiði til at veita neyðugan stuðul til tey, sum hava mist heim, ognir, arbeiði og síni kæru.
Reyði Krossur Føroya letur 1.35 mió. kr. til neyðhjálpararbeiðið í londunum báðum. Ein millión av hesi upphædd er latin frá Føroya Landsstýri.
... Sí meira ..Sí minni ..

EITT ÁR SÍÐAN KRÍGGIÐ Í UKRAINA BRAST Á
Í dag er eitt ár liðið síðan milliónavís av ukrainum vórðu noydd at flýggja undan kríggi í heimlandinum, og Føroyar fyri fyrstu ferð tók ímóti flóttafólkum. Í dag eru meira enn 130 flóttafólk komin til Føroya.
Nógv er hent síðan. Reyði Krossur var til reiðar, og hevur verið ein virkin partur av flóttamóttøkuni frá fyrsta degi. Fleiri enn 400 sjálvboðin teknaðu seg til Flóttahjálpina, og Reyði Krossur fór undir víðari fyrireikingar at bjóða flóttafólkum eina virðiliga móttøku, stuðul og vegleiðing, umframt hjálp við praktiskum avbjóðingum. Eitt nú:
🚗Sjálvboðin í Móttøkutoyminum hjá Reyða Krossi hava tikið væl ímóti 83% av flóttafólkum við føroyska landamarkið.
🏥92 av teimum hava búð á Móttøkuhúsinum, har starvsfólk hjá Reyða Krossi taka sær væl av teimum, ímeðan tey bíða eftir at fáa uppihaldsloyvi.
🏠Bústaðartoymið hjá Reyða Krossi hevur sýnað bústaðir, hjálpt flóttafólki at flyta og koyra innbúgv.
❤️63 flóttafólk hava tikið av tilboði um Reyða Kross Vin, sum eru sjálvbodnir vinir, ið stuðla tilflytarum við ymsum gerandisavbjóðingum og at fella til í Føroyum.
🧥Øll hava fingið gávukort til Endurnýtsluhandlarnar hjá Reyða Krossi í Tórshavn og Suðuroy
⛑️Reyði Krossur hevur sent 6 mió. kr. til hjálparátøk í Ukraina
Sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at flóttafólkini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Føroyum. Í samrøðu við Atlantic Review (heyst 2022) siga Irina og Yurii úr Kharkiv: "Vit óttaðust at vera komin í skeivar hendur [...] [men] tá ið vit fingu eyga á umboð fyri Reyða Kross, sum vóru komin at taka ímóti, lætnaði fyri bróstinum".
Túsund takk til øll sjálvboðin, og øll, ið hava gjørt, og framvegis gera, eitt risa arbeiði fyri flóttafólk 🙏💕
... Sí meira ..Sí minni ..
![EITT ÁR SÍÐAN KRÍGGIÐ Í UKRAINA BRAST Á
Í dag er eitt ár liðið síðan milliónavís av ukrainum vórðu noydd at flýggja undan kríggi í heimlandinum, og Føroyar fyri fyrstu ferð tók ímóti flóttafólkum. Í dag eru meira enn 130 flóttafólk komin til Føroya.
Nógv er hent síðan. Reyði Krossur var til reiðar, og hevur verið ein virkin partur av flóttamóttøkuni frá fyrsta degi. Fleiri enn 400 sjálvboðin teknaðu seg til Flóttahjálpina, og Reyði Krossur fór undir víðari fyrireikingar at bjóða flóttafólkum eina virðiliga móttøku, stuðul og vegleiðing, umframt hjálp við praktiskum avbjóðingum. Eitt nú:
🚗Sjálvboðin í Móttøkutoyminum hjá Reyða Krossi hava tikið væl ímóti 83% av flóttafólkum við føroyska landamarkið.
🏥92 av teimum hava búð á Móttøkuhúsinum, har starvsfólk hjá Reyða Krossi taka sær væl av teimum, ímeðan tey bíða eftir at fáa uppihaldsloyvi.
🏠Bústaðartoymið hjá Reyða Krossi hevur sýnað bústaðir, hjálpt flóttafólki at flyta og koyra innbúgv.
❤️63 flóttafólk hava tikið av tilboði um Reyða Kross Vin, sum eru sjálvbodnir vinir, ið stuðla tilflytarum við ymsum gerandisavbjóðingum og at fella til í Føroyum.
🧥Øll hava fingið gávukort til Endurnýtsluhandlarnar hjá Reyða Krossi í Tórshavn og Suðuroy
⛑️Reyði Krossur hevur sent 6 mió. kr. til hjálparátøk í Ukraina
Sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at flóttafólkini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Føroyum. Í samrøðu við Atlantic Review (heyst 2022) siga Irina og Yurii úr Kharkiv: Vit óttaðust at vera komin í skeivar hendur [...] [men] tá ið vit fingu eyga á umboð fyri Reyða Kross, sum vóru komin at taka ímóti, lætnaði fyri bróstinum.
Túsund takk til øll sjálvboðin, og øll, ið hava gjørt, og framvegis gera, eitt risa arbeiði fyri flóttafólk 🙏💕](https://scontent-cph2-1.xx.fbcdn.net/v/t39.30808-6/332949429_739891977831137_8302186863060860247_n.jpg?stp=dst-jpg_p720x720&_nc_cat=102&ccb=1-7&_nc_sid=730e14&_nc_ohc=yO61eB8VC5gAX-2xNY8&_nc_oc=AQlc4KDuvmLyPcnd1VC7e-Z-ggeNXLqG0v3wHwNyGah8o3tR8lk_RRS5K9n3tqVVNCY&_nc_ht=scontent-cph2-1.xx&edm=AKIiGfEEAAAA&oh=00_AfD6SoeFNlIFl7S6OkwE1SqSVWq1nn3q3GfpL62awPEspA&oe=641D7941)
FYRSTAHJÁLP TIL ALLAR 7. FLOKSNÆMINGAR Í FØROYUM 🩹⛑
Hesir dugnaligu og røsku instruktørarnir fara nú í gongd við at undirvísa øllum næmingum í 7. flokki í fyrstuhjálp. Í morgin byrjar undirvísingin fyri tí fyrsta skúlanum, og ímóti endanum av apríl hava allir 7. flokkar í Føroyum eftir ætlan fingið góða frálæru um, hvussu tey skulu bera seg at í eini neyðstøðu.
Átakið er stuðlað av Betri Stuðul og er í samstarvið við Undirvísingarstýrið og skúlarnar kring landið.
Reyði Krossur fegnast um at vera partur av hesum, tí vit vita, at eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið tú nakrantíð hevur tikið, og tí halda vit, at øll eiga at duga fyrstuhjálp ❤️
... Sí meira ..Sí minni ..

Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.Reyði Krossur Føroya
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.