Tíðindi
Etiopia á veg inn í avgerandi tíðarskeið
Marita Hoydal, altjóða starvsfólk fyri Reyða Kross Føroya, greiðir frá. Síðani februar havi eg búð og arbeitt í Addis Ababa, høvuðsstaðnum í Etiopia, sum Regional Programme Delegate hjá Reyða Krossi. Júst nú merkist týðiliga, at Etiopia stendur í einari spentari og álvarsligari støðu. Í gj...
Les meira um Etiopia á veg inn í avgerandi tíðarskeiðÍskoyti til ársfrágreiðingina 2025
Í ársfrágreiðingini hjá Reyða Krossi Føroya fyri 2025 hevur roknskapurin fingið størri pláss. Hetta varð gjørt eftir avgerð á undanfarna aðalfundi, at komandi ársfrágreiðing skuldi hava eina greiðari uppseting við fíggjarligum høvuðstølum og talvum, við tí endamáli at styrkja gjøgnumskygnið og ge...
Les meira um Ískoyti til ársfrágreiðingina 2025Summarútferð fyri sjálvboðin
Góð 100 sjálvboðin í Reyða Krossi vóru í gjár á summarútferð í Eysturoynni. Í ár gekk túrurin til Selatraðar, Runavíkar og Nes, har vit bæði upplivdu, hoyrdu frá søgu og umhvørvi, gingu lættar túrar og hugnaðu okkum saman gjøgnum allan dagin. Árliga útferðin er eitt gott høvi at savnast tvørtur...
Les meira um Summarútferð fyri sjálvboðinNevndin afturvald á aðalfundinum
Nevndin var afturvald á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya sunnudagin, 10. mai. Góð uppmøting var til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Jóannes Eidesgaard, formaður Torfinn Højgaard, næstformaður M...
Les meira um Nevndin afturvald á aðalfundinumAðalfundur verður 10. mai
Sunnudagin 10. mai kl. 15.00 verður aðalfundur í hølum felagsins í Stiðjagøtu 6 í Havn. Aðalfundurin, sum skuldi vera 22. mars varð avlýstur fyri veður. Les meir á heimasíðuni:redcross.fo/uppskot/ Allir limir vælkomnir – gerst limur á:redcross.fo/limir/ Skrá sambært viðtøkum felagsins. Reyði Krossur
Les meira um Aðalfundur verður 10. maiÁrsins fyrstihjálpari 2025
Ársins fyrstuhjálparar í 2025 eru Adrian, Tinna, Gerda, Kári, Pætur og Matteus Sunnumorgunin 9. november fekk Tórleif Dahl hjartasteðg og small um. Hetta hendi í heiminum hjá honum í Saltangará. Sum skilst hevði Thorleif gjørt seg kláran at fara til Oyrar at vitja mammu sína, tá hann knappliga sm...
Les meira um Ársins fyrstihjálpari 2025Send okkum tínar myndir - RK 100 ár
Reyði Krossur fyllir 100 ár - í tí sambandi savna vit myndir, skjøl og onnur áhugaverd minni, sum hava við felagskapin at gera. Liggur tú inni við einum gomlum fyrstuhjálparprógvi? Hevur tú eina góða mynd frá fyrstu tíðini sum sjálvboðin? Hevur omma tín sagt tær eina søgu um, tá hon arbeiddi við...
Les meira um Send okkum tínar myndir - RK 100 árReyði Krossur Føroya 1926 – 2026
Vit fylla 100 ár og tað fara vit í Reyða Krossi Føroya at hátíðarhalda – alt árið! Tú kanst tí vænta at síggja nógv til okkara upp á ymsar mátar í ár. Millum annað kanst tú gleða teg til í heyst, tá vit skipa fyri stórari Landsinnsavning, ið verður send í Kringvarpinum. Reyði Krossur Føroya varð...
Les meira um Reyði Krossur Føroya 1926 – 2026Marita verður altjóða starvsfólk í Etiopia
– Nú er tað veruleiki, at eg skal avstað. Eg eri øgiliga spent og royni at fyrireika meg so væl, sum yvirhøvur møguligt, men framvegis er nógv at náa, áðrenn eg fari ferðina til Etiopia síðst í hesum mánaðinum. Soleiðis sigur Marita Hoydal, sum 1. feburar byrjar í nýggja starvi sínum sum altjóða...
Les meira um Marita verður altjóða starvsfólk í EtiopiaNeyðhjálp til Sudan
Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri lata í felag 700.000 krónur í neyðhjálp til Sudan. Herviligt borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri sivila fólkið, ið har býr. Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai mánaða tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í S...
Les meira um Neyðhjálp til SudanAfturum endurnýtsluna
Lat tað vera sagt beinavegin: Reyði Krossur merkir stóran góðvilja frá fólki í Føroyum og vit síggja, at fólk við gleði lata klæðir til okkara endurnýtslu, ið savnar pening til frama fyri hjálpararbeiði bæði í Føroyum og kring heimin. Hetta eru vit ótrúliga takksom fyri! Tá tað er sagt, so síggja...
Les meira um Afturum endurnýtslunaAltjóða menningarhjálp 2025 í samstarvi við Føroya landsstýri
Reyði Krossur Føroya hevur eina samstarvsavtalu við Uttanríkistænastuna, sum hevur til endamáls at stuðla Reyða Krossi í altjóða humaniterum virksemi. Tað merkir, at landið á hvørjum ári letur eina ávísa upphædd til altjóða verkætlanir hjá Reyða Krossi kring heimin. Í 2025 hevur stuðul verið lati...
Les meira um Altjóða menningarhjálp 2025 í samstarvi við Føroya landsstýriNýggj støkk-upp Reyðakrossbúð á Sandi
Tann 15. november lótu vit nýggja støkk-upp Reyðakrossbúð upp á Sandi, og ætlanin er at hava virksemið koyrandi árið út. Reyðakrossbúðin selur góð endurnýtsluklæðir til kvinnur, menn og børn, júst sum í øðrum Reyðakrossbúðum um landið. Hølið liggur væl fyri mitt í bygdini í sama bygningi, s...
Les meira um Nýggj støkk-upp Reyðakrossbúð á Sandi1,3 mió. krónur savnaðar inn í Landsinnsavningini 2025
Til árligu Landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum var í vikuni 6. til 13. september, vórðu tilsamans 1,36 milliónir krónur savnaðar inn. Hjartans tøkk til øll, sum hava gingið við bússu í árligu Landsinnsavningini, og øll, ið hava latið eina gávu. Av innsavnaða peninginum fara okk...
Les meira um 1,3 mió. krónur savnaðar inn í Landsinnsavningini 2025Hálv millión í neyðhjálp til Sudan
Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 500.000 krónur til arbeiðið hjá Sudanesiska Reyða Hálvmána. Stuðulin skal brúkast í Norðurstatinum, har túsundtals fólk liva undir sera vánaligum korum, í einum landi við borgarakríggi. Sudan í oyði Sudan stendur í dag í einari av heimsins størstu...
Les meira um Hálv millión í neyðhjálp til Sudan