Við sjálvbodnari orku, virkar Reyði Krossur Føroya fyri at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.
Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu á ein virðiligan hátt, og at virka fyri sínámillum semjum, vinalagi, samstarvi og varandi friði millum øll fólkasløg.
Alt arbeiði hjá Reyða Krossi byggir á tær sjey aðalreglurnar, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum, og sum eru galdandi og vegleiðandi fyri alt okkara virki.
Niðanfyri er kunning um tær sjey aðalreglurnar, viðtøkur, aðalfund og ársfrágreiðingar.
Tær sjey aðalreglurnar
Tær sjey aðalreglurnar
Reyði Krossur byggir á sjey aðalreglur, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum. Tær eru galdandi fyri alt okkara virki, og skulu haldast, soleiðis at hjálpararbeiðið verður skipað á ein álítandi og dygdargóðan hátt, og soleiðis at tað ber til at veita røttu hjálpina har neyðin er størst kring heimin.
At vera menniskjalig
Reyði Krossur, ið upprunaliga tók seg upp til tess at veita ópartíska hjálp til særd í kríggi, roynir bæði lokalt og globalt at forða fyri og linna menniskjaliga neyð og líðing. Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.
At vera ópartísk
Reyði Krossur veitir hjálp uttan mun til tjóðskap, uppruna, trúgv, sannføring, klassa ella politiskar hugburðir. Reyði Krossur virkar fyri at linna líðingar hjá neyðstøddum menniskjum, og veitir hjálpina fyrst har, ið neyðin er størst.
At vera uttanveltað
Til tess at tryggja álit og dygd í hjálparvirksemi felagsins, áleggur hendan meginreglan Reyða Krossi at vera uttanveltaðan í mun til ósemjur av politiskum, rasuligum, trúarligum ella hugsjónarligum slagi.
At vera óheft
Reyði Krossur er óheftur. Landsfeløgini hjá Reyða Krossi hava skyldu at hjálpa lokalu myndugleikunum í sambandi við humanitert hjálpararbeiði, og samstundis halda landsins lógir. Tó skal Reyði Krossur undir øllum umstøðum varðveita sjálvstýri, so til ber at virka út frá aðalreglunum hjá Reyða Krossi.
At vera sjálvboðin
Reyði Krossur er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, ið ikki á nakran hátt virkar við vinningi fyri eygað.
At vera ein eind
Bert eitt Reyða Kross landsfelag kann vera í hvørjum landi. Landsfelagið skal vera opið fyri øllum áhugaðum, ið hava virðing fyri virki og meginreglum felagsins, og skal kunna útinna sítt humanitera arbeiði á øllum landaøkinum.
At vera algildug
Reyði Krossur er ein heimsumfatandi rørsla, og øll landsfeløgini hjá Reyða Kross hava somu støðu, og hava saman ábyrgd og skyldu at samstarva og hjálpa hvørjum øðrum.
Viðtøkur fyri Reyða Kross Føroya
Ársfrágreiðingar
Strategi og visjón 2026 - 2031
Strategi og visjón 2026 - 2031
Saman um at hjálpa er strategi og visjón hjá Reyða Krossi Føroya fyri 2026–2031. Her seta vit kósina fyri arbeiðið komandi árini og lýsa, hvørji fokusøki vit vilja leggja dent á.
Les meir her: