Lær fyrstuhjálp og bjarga lívum
Eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið tú nakrantíð hevur tikið. Í eini neyðstøðu kann tað merkja munin millum lív og deyða.
Reyði Krossur heldur tí, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, og hevur sett prísin á fyrstuhjálparskeiðum niður.
Mælt verður til at dagføra skeiðið 2. hvørt ár, og nú fáa fyrstuhjálparkundar hjá Reyða Krossi bjóðað 20% í avsláttri, um skeiðið verður endurnýggjað. Avlopið frá fyrstuhjálparskeiðnum verður brúkt til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði í Føroyum og kring heimin.
TILMELDING: Fyritøkur, stovnar og einstaklingar
Fyri at tryggja øllum atgongd og møguleika at læra seg fyrstuhjálp, strembar Reyði Krossur miðvíst ímóti at skipa og halda skeið á best møguligan hátt.
Reyði Krossur heitir tí at fyritøkur og stovnar um at senda fyrispurning um tørv, umstøður, prís o.a. umvegis frymilin á heimasíðuni HER, skriva á fyrstahjalp@redcross.fo ella ringja á tel. 283630.
Skeið til einstaklingar verða hildin regluliga ígjøgnum árið. Sí skema fyri komandi tíðina HER.