MÁLKAFÉ 🇫🇴☕️
Ein málkafé er ein góður og óformellur máti at læra eitt mál. Málkaféir eru sera væl dámdar í øðrum londum, tí at har fáa tilflytarar og flóttafólk møguleika at læra og venja mál ígjøgnum prát, spøl o.a. heldur enn undirvísing.
Málkaféin verður 2-4 um mánaðin, og tilflytarar og flóttafólk kunnu støkka inn og taka lut.
HVAT VERÐUR VÆNTAÐ AV TÆR SUM SJÁLVBOÐIN?
Tú brennur fyri at hjálpa øðrum, at læra føroyskt frá sær, ert rúmlig/ur og kann hjálpa til í minsta lagi 2 tímar um mánaðin. Dugur tú væl at samskipa, kanst tú møguliga eisini gerast sjálvboðin virksemisleiðari, sum saman við sjálvbodna toyminum og skrivstovuni hjá Reyða Krossi virkar fyri at menna tilboðið.
Vilt tú gerast sjálvboðin á málkafé, tekna teg her: