Tá tú tekur koyrikort, skalt tú hava fullført eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu, prutl og traktor.
Ásett eru tvey ymisk skeið, um tú skal taka fyrstuhjálparskeið í samband við koyrikort:
1. Góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu og traktor.
2. Góðkent til koyrikort til prutl.
Skeiðið fevnir millum annað um:
- Hjarta-lunga-bjarging við hjálp av AED (hjartastartara)
- Tey fýra høvuðspunktini
- Ferðsluvanlukkur
- Lívshættisligar bløðingar
- Brot á armar og bein
- Skaðar á nakka, rygg og høvd
- Fyribyrging av ferðsluvanlukkum
- Burturbeining av fremmandalikami úr andaleiðini
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er 8 tímar til longdar.
Kostnaður er 550 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
Tekna teg
Tú kanst tekna teg til Fyrstuhjálp í ferðsluni við útfylla frymilin niðanfyri.
Spurningar: fyrstahjalp@redcross.fo ella tel. 286629.
Teigar markeraðir við * eru kravdir.