Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir
Aftur í ár skipar Reyði Krossur fyri summarlegu. Í summar 2025 verður legan í deplinum í Skálavík í døgunum 29. juni til 4. juli. Legan er ætlað børnum í aldrinum 9-12 ár úr sosialt og fíggjarliga sárbærum familjum, umframt børnum, ið av ymsum ávum mistrívast, og sum hava tørv á góðum summarminnum saman við øðrum børnum og við vaksnum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika.
Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, og vit leggja stóran dent á, at okkurt er fyri øll. Vit fara m.a. útferðir, at svimja, at hava ymiskar kreativar verkstovur og at syngja, spæla og hugna okkum saman. Pláss verður fyri upp til 30 børnum.
Myndir: Reyði Krossur Føroya