Scroll Top

Gerst stuðul hjá børnum í Malavi

Gerst stuðul

Hjálp foreldraleysum og útsettum børnum í Malavi, og ver við til at geva teimum vón um eina betri framtíð.

Stuðla børnum í Malavi

Tú kanst vera við til at stuðla børnum í Malavi, antin við at lata eina eingangsupphædd ella sum fastur stuðul. Til ber at flyta eina upphædd eftir ynski á 6460 – 4946954 ella á 9181 – 4950013 og viðmerkja ”Børn í Malavi”.

Sum stuðul hjá børnum í Malavi stuðlar tú ikki bara einum barni, men fleiri børnum, saman við øðrum stuðlum. Tú hjálpir bæði smáum og stórum børnum og ert við til at geva útsettum børnum eitt betri lív.

Um Malavi

Malavi er eitt av heimsins fátækastu og minst framkomnu londum– til dømis hava bara 11% av íbúgvunum streym.

Malavi er eisini á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, og tey uppliva bæði lang tíðarskeið við turkri, tropiskar ódnir og, alsamt oftari, ógvusligar yvirflóðir. Í einum landi, har fýra útav fimm familjum liva av landbúnaði, hava veðurlagsbroytingarnar sera álvarsamar avleiðingar og lívið sum bóndi er ógvuliga viðbrekið. Tað er vanligt, at mann bert fær eina máltíð um dagin – og tá tað er turkur, er ikki eingongd tað vist.

Børn í Malavi

Áleið 1 millión børn í Malavi eru foreldraleys, og í nógvum húskjum eru tað tey elstu systkini, ella omman ella abbin, sum standa fyri húsarhaldinum. Og tá pengarnir ikki røkka til mat á borðið, so eru børn ofta noydd at gevast í skúlanum, og í staðin fara út at arbeiða.

Genturnar eru serliga útsettar – mangul á fyribyrging, manglandi seksualundirvísing og press frá samfelagnum hevur við sær, at nógvar gentur blíva giftar og uppá vegin meðan tær enn sjálvar eru børn. Ein triðingur av gentum blíva uppá vegin meðan tær eru tannáringar.

Tí er eitt av høvuðsarbeiðsøkjunum hjá Reyða Krossi í Malavi at styrkja um mótstøðuføri hjá børnum og ungum.

Hvar fara pengarnir?

Arbeiðið hevur til endamáls at hjálpa børnum og ungum, veita teimum umsorgan og at tryggja teimum eina bjarta framtíð. Tað verður eitt nú gjørt við at at geva smábørnunum heilsukanningar, veita mat og læring í barnagørðunum, og eldru børnunum møguleika at ganga í skúla ella ungdómsklubbi.

Matur:

manglandi matur gongur harðast út yvir børnini. Tað gongur út yvir bæði fysisku og sosialu menningina, og kann vera við til at tey ikki klára skúlagongdina. Sum stuðul, ert tú við til at geva børnum í barnagørðum og skúlum eina góða máltíð um dagin.

Heilsa:

í Malavi doyggja nógv børn, áðrenn tey eru fimm ára gomul. Sum stuðul ert tú við til at tryggja, at smábørn fáa heilsukanning og neyðugar koppsetingar.

Skúlagongd:

eldru børnini gevast ofta í skúlanum, tá hvørki matur ella peningur er í heiminum. Tú stuðlar við skúlatilfari, skúlabúna og skúlagjaldi, soleiðis at børnini hava møguleika at fáa eina útbúgving og harvið tryggja mennning fyri bæði einstakling og land.
Serligur dentur er á størru genturnar, sum eru eyka útsettar. Arbeitt verður við at fyribyrgja at tær gerast við barn og verða giftar meðan tær enn eru børn.

Harriet fekk hjálp til skúlagongd

14-ára gamla Harriet (á myndini ) er ein av børnunum, sum, við hjálp frá Reyða Krossi, hevur fingið møguleika at gera tann síðsta partin av grundskúlanum lidnan.

Foreldur hennara høvdu ikki ráð at keypa skúlabøkur, skúlauniform og annað tilfar, og tí fekk hon tað frá Reyða Krossi.

Hon droymir um, at ein dag at gerast sjúkrarøktarfrøðingur.

 

Stuðla børnum í Malavi við at gera eina fasta flyting eftir ynski á 6460 – 4946954 ella á 9181 – 4950013 og viðmerkja ”Børn í Malavi”.
Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.