
Summarlegan 5. – 10. juli 2026
Til Reyða Kross Summarleguna er tørvur á fleiri sjálvbodnum, ið vilja geva teirra íkast fyri at skapa eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu fyri børnum í aldrinum 9-12 ár. Tørvur er á sjálvbodnum, bæði til at taka sær av børnunum og til køkstoymið.
Harumframt er tørvur á sjálvbodnum at hjálpa til við reingerðingini aftaná leguna, t.e. seinnapart og kvøld tann 10. juli.
Hvat gera sjálvboðin á leguni?
Fyri øll sjálvboðin handlar tað um at vera saman, skapa góðan felagsskap og geva børnunum góðar upplivingar og nýggj vinaløg.
Sum hjálparfólk, ið er um børnini, er tú við til at skipa fyri stuttligum og savnandi aktivitetum, t.d. útferðum og ítrivum, hugna um og práta við børnini, handfara ósemjur og geva børnunum og hinum sjálvbodnu nógv klemm og “high fives”. Vit hava tørv á nógvum ymiskum hjálparfólki, so óansæð um tú ert kreativ/-ur ella rokalig/-ur, dugir væl at siga frá søgum, spæla gittara ella at mála neglirnar, so ert tú vælkomin at søkja. Eitt hjálparfólk er til hvørji tvey børn, og tí er tørvur á 15 hjálparfólkum, gjarna bæði kvinnum og monnum, ungum sum eldri.
Sum sjálvboðin í køkstoyminum ert tú við til at gera øllum á leguni barnavinaligan, kreativan og føðsluríkan mat. At duga at inndraga børnini í matgerðina er ein fyrimunur. Tørvur er á 2-3 hjálparfólkum í køkstoyminum, gjarna bæði kvinnum og monnum.
Leguleiðslan hevur yvirskipaðu ábyrgdina, leggur yvirskipaðu karmarnar fyri leguna, og stuðlar hjálparfólkunum í teirra uppgávum. Leguleiðslan er longu mannað við trimum leguleiðarum, harav ein hevur verið í leguleiðsluni áður og tvey hava verið sjálvboðin á leguni.
Aldursmark: Hjálparfólk og køksfólk skulu vera 18 ár ella eldri, meðan leguleiðarar skulu vera 25 ár ella eldri.
Nær er legan og onnur fyrireiking?
Legan verður hildin í døgunum 5. til 10. juli 2026. Leguleiðslan og øll hjálparfólkini møta ein dag fyrr (4. juli) at gera klárt og rigga av kvøldið tá legan endar (10. juli). Øll sjálvboðin gista á leguni.
Umframt sjálva leguvikuna vera tveir fyrireikingarfundir í viku 22 og 24, ið sjálvboðin skulu luttaka á. Á fyrireikingarfundunum fáa sjálvboðin kunning um Reyða Kross og summarleguna, samverupolitikk, ósemjuhandfaring og GDPR, eins og fara vit at leggja leguna til rættis og býta ymiskar uppgávur í millum okkum.
Samlaða sjálvbodna íkasti hjá hjálparum og køksfólki er uml. 4-6 tímar til fyrireiking á fundunum, 4-6 tímar at fyrireika uppgávur og aktivitetir, umframt sjálva leguvikuna. Ein facebook bólkur verður til samskifti millum sjálvboðin.
Leguleiðslan brúkar millum 2-4 tímar um vikuna til fundir og fyrireiking frá mars til juli.
Hvussu komi eg við sum sjálvboðin?
Longu nú ber til at søkja um at vera sjálvboðin. Samrøður við umsøkjarar vera leypandi og vera sjálvboðin útvald so hvørt. So tað at gera skjótt av! 🙂
Sjálvboðin fylla út Reyða Kross sjálvbodna avtalu, ið fevnur um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu, at ein arbeiðir sambært endamálinum og teimum sjey aðalreglunum hjá Reyða Krossi, umframt at avtalan eisini fevnur um trygging av tí sjálvbodna. Eisini skulu sjálvboðin geva samtykki til at barnaváttan verður innheintað.
G.G. fyri at kunna koma við sum sjálvboðin, noyðist tú at vera til staðar alla leguna, umframt at taka lut á fyrireikingarfundunum í viku 22 og 24.
Reingeringsfólk eru undantikin luttøku á fyrireikingarfundum og at vera til staðar á leguni. Tó er møguligt bæði at vera sjálvboðin á leguni og at hjálpa til við reingerð, og í tí føri er luttøkan á leguni og til fyrireikingarfundir galdandi.
Søk um at gerast sjálvboðin við at trýsta á knøttin niðanfyri og síðan útfylla umsóknarfrymilin.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til summarlega@redcross.fo.

