Scroll Top

Søk um at vera sjálvboðin á summarleguni

SummarleganTil fyrstu Reyða Kross Summarleguna er tørvur á fleiri sjálvbodnum, ið vilja geva teirra íkast fyri at skapa eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu fyri 24 børnum í aldrinum 9-12 ár. Tørvur er á sjálvbodnum, bæði til at taka sær av børnunum, til køkstoymið og til leguleiðsluna.

Hvat gera sjálvboðin á leguni? 

Fyri øll sjálvboðin handlar tað um at vera saman, skapa góðan felagsskap og geva børnunum góðar upplivingar, nýggj vinaløg og mót uppá lívið.

Sum hjálparfólk, ið er um børnini, er tú við til at skipa fyri stuttligum aktivitetum, t.d. útferðum og ítrivum, hugna um og práta við børnini, handfara ósemjur og geva børnunum og hinum sjálvbodnu nógv klemm og high fives. Vit hava tørv á nógvum ymiskum hjálparfólki, so óansæð um tú ert kreativ/-ur ella rokalig/-ur, dugir væl at siga frá søgum, spæla gittara ella at mála neglirnar, so ert tú vælkomin at søkja. Eitt hjálparfólk er til hvørji tvey børn, og tí er tørvur á 12 hjálparfólkum, gjarna bæði kvinnum og monnum.

Sum sjálvboðin í køkstoyminum ert tú við til at gera øllum á leguni barnavinaligan, kreativan og føðsluríkan mat. At duga at inndraga børnini í matgerðina er ein fyrimunur. Tørvur er á 3-4 hjálparfólkum í køkstoyminum, gjarna bæði kvinnum og monnum

Leguleiðslan hevur yvirskipaðu ábyrgdina, leggur yvirskipaðu karmarnar fyri leguna, og stuðlar hjálparfólkunum í teirra uppgávum. Longu nú eru tvær kvinnur í leguleiðsluni, ið hava royndir frá líknandi legum úr Ungdommens Røde Kors, báðar føroyskar. Tørvur er á 1-2 afturat at gerast partur av leguleiðsluni, gjarna bæði kvinnum og monnum.

Aldursmark: Hjálparfólk skulu vera 18 ár ella eldri, meðan leguleiðarar skulu vera 25 ár ella eldri.

Nær er legan og onnur fyrireiking?

Legan verður hildin í døgunum 14. til 19. juli 2024. Leguleiðslan og øll hjálparfólkini møta ein dag fyrr at gera klárt og rigga av dagin eftir at legan er endað (13.-20. juli 2024). Gisting er til øll sjálvboðin á leguni.

Umframt sjálva leguvikuna noyðist tú eisini at vera til fyrireikingardagin, ið verður á skrivstovuni hjá Reyða Krossi í Tórshavn 27. apríl, frá uml. kl. 8-22. Á fyrireikingardegnum fara vit at leggja leguna til rættis, býta ymiskar uppgávur í millum okkum, taka eitt skeið í sálarligari fyrstuhjálp, tosa um samverupolitikk, ósemjuhandfaring og GDPR.

Harumframt kann væntast at sjálvboðin fáa onkra uppgávu at fyrireika til leguna og at ein netfundur ella tveir verða millum fyrireikingardagin og legubyrjan.

Hvussu komi eg við sum sjálvboðin?

Dagføring: Til ber enn at søkja, og fáa umsøkjarar fáa svar leypandi. 

Tilmeldingin letur upp 27. mars og seinasta freist at søkja um at vera við sum sjálvboðin er 14. apríl. Samrøður vera leypandi, og miðað verður eftir at øll, sum hava søkt um at vera sjálvboðin, fáa svar uppá umsóknina seinast 19. apríl.

Sjálvboðin fylla út Reyða Kross sjálvbodna avtalu, ið fevnur um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu, at ein arbeiðir sambært endamálinum og teimum sjey aðalreglunum hjá Reyða Krossi, umframt at avtalan eisini fevnur um trygging av tí sjálvbodna. Eisini skulu sjálvboðin geva samtykki til at barnaváttan verður innheintað.

Søk um at gerast sjálvboðin við at útfylla tekningarfrymilin niðanfyri.

G.G. fyri at kunna koma við sum sjálvboðin, noyðist tú at vera til staðar alla leguna (13. – 20. juli), umframt at møta (helst í persóni) til  fyrireikingardag, sum verður 27. apríl. Hevur tú ikki møguleika at vera fysiskt til staðar tann 27. apríl, men fegin vil vera sjálvboðin á leguni, kanst tú allíkavæl søkja og vit royna at koma fram til eina hóskandi loysn, evt. at luttaka yvir netið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til summarlega@redcross.fo.

Hitt leguleiðararnar:

“Eg havi tey seinastu árini verið sjálvboðin á Solskinslejren hjá URK í Danmark, og eg helt at hetta var so stuttligt, at vit eisini áttu at havt eina líknandi legu fyri børn og ung í Føroyum. Tað mest gevandi er tá børnini fortelja hvussu stuttligt tey hava havt tað, og hvussu glað tey eru fyri at sleppa at vera við á leguni.

Eg eri sjálvboðin, tí eg, púra einfalt, haldi at tað er mega stuttligt. Tað er so hugnaligt at vera eina viku saman við sjálvbodnum og børnum sum bara vilja hugna sær, og at vera saman við nógvum góðum sjálvbodnum, ið vilja hjálpa til fyri at øll, sum eru á leguni hava tað stuttligt. Tað er so stuttligt at sita og perla ella tekna og práta og flenna við børnunum og teimum ungu, ið vita so nógvar stuttligar søgur at fortelja, og tað er eisini so stuttligt at renna runt og gera ein bana til Sjóránarapikk ella Capture the Flag og at spæla við!

Tað, sum man kann vænta sær at fá burtur úr leguni sum sjálvboðin, er ein strævin vika, men sum kortini er sera gevandi við nógvum góðum útfordringum og minnum. Man kann vænta at læra nógv nýtt um seg sjálvan, og at útfordra seg sjálvan upp á ein heilt nýggjan máta. Og man kann vænta sær at hava tí stuttligastu vikuna í árinum!”

“Í fjør var eg sjálvboðin á Solskinslejren hjá URK í Danmark og helt tað vera so stuttligt, at tá Poula segði mær at hon, saman við Reyða Krossi í Føroyum, ætlaði at skipa fyri einari summarlegu og spurdi, um eg ikki hevði hug at koma sum sjálvboðin, kundi eg ikki annað enn at siga ja. Eitt av mínum bestu minnum frá leguni í fjør var, tá vit vóru í BonBon-Land, og tær báðar genturnar, sum eg fylgdist við, runnu inn og út úr somu karusell í tveir heilar tímar uttan at blíva troyttar av tí. At vera sjálvboðin er strævið, men eisini ótrúliga stuttligt.”

Poula-mynd

Poula er til dagligt lesandi í Keypmannahavn. Hon er í gongd við eina kandidat í jarðfrøði, og specialiserar seg innan fyri kosmokemi, og um alt gongur sum tað skal, verður hon liðug við útbúgvingina í summar.

 

Maria-mynd

Maria er úr Klaksvík og býr í løtuni í Göteborg, har hon gongur á vísuskúlanum í Kungälv.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.