Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.
Við sjálvbodnari orku, virkar Reyði Krossur Føroya fyri at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.
Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu á ein virðiligan hátt, og at virka fyri sínámillum semjum, vinalagi, samstarvi og varandi friði millum øll fólkasløg.
Alt arbeiði hjá Reyða Krossi byggir á tær sjey aðalreglurnar, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum, og sum eru galdandi og vegleiðandi fyri alt okkara virki.
Hoyr samrøðu við formannin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, ið var í sendingini Aktuelt hin 5. februar 2021, har hann greiðir frá virkseminum hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi.